“Dallas” fekk Sovjetsamveldið at falla

Fyrrverandi sovjetiski leiðarin, Mikail Gorbatjov, gevur amerikanska sjónvarpssendingini “Dallas” skuldina fyri, at Sovjetsamveldið fall, tí tað opnaði eyguni fyri vesturlendskum lívihátti

Sigurjón Einarsson
28. oktober 2020 kl. 15:11

Sjónvarpsraðsendingin “Dallas” var høvuðsorsøkin til, at kommunisman fall í Sovjetsamveldið, sambært einum uppáhaldi.

Annar av stovnaranum í tónleikabólkinum Eurythmics, Dave Stewart, sigur, at fyrrverandi sovjetiski leiðarin hevur greitt honum frá, at kenda amerikanska røðin frá 80-unum hevði størri ávirkan á, at Sovjetsamveldið fall enn nakað annað. Hetta kom fram í poddvarpi hjá songkvinnuni Joss Stone, har Dave Steward var gestur.

Stewart greiddi frá, at Gorbatjov viðgekk fyri sær, at ein bannað sending úr USA opnaði eyguni hjá fólki hansara fyri vesturlendskum lívihátti, og at henda raðsendingin fekk stóra kommunistiska stórveldi at falla.

“Dallas”-røðin varð send í tíðarskeiðnum frá 1978-1991, og var um beiska kappingarstríðið millum beiggjarnar báðar JR Ewing og Bobby Ewing, ið vórðu spældir av ávikavist Larry Hagman og Patrick Duffy.

Limurin í Eurythmics greiddi í poddvarpinum frá, at samrøðan teirra millum var í byrjanini av 90-unum, beint sum Sovjetsamveldið varð byrjað at opna seg fyri umheiminum.

Her greiddi Gorbatjov fyri Stewart, hvussu russar høvdu roynt at forða fyri ávirkan uttan úr heimi, men at hetta var ómøguligt. Onkur hevði fingið fatur á einum sjónbandi av røðini “Dallas”  og sent tað út til partar av landinum, har tey møguliga fingu eyguni upp fyri, hvussu fólk í Amerika livdu.

- Hatta hevði meira ávirkan – hasin hálvi tímin – enn nakað annað, skal Gorbatjov eitast at hava sagt, sambært Dave Stewart.

Mikhail Gorbatjov var aðalskrivari í kommunistaflokkinum frá 1985-91 og forseti í Russlandi frá 1990-91.

Herfyri var Gorbatjov í Týsklandi, har hann ávaraði um eitt nýtt kalt kríggj.

Video sæst her: