Dalibor Savic í Fótbóltspanelinum á FM1

Upptaktin til Betri deildina hjá monnum heldur fram í Fótbóltspanelinum á FM1, og í dag er HB-venjarin, Dalibor Savic, gestur í sendingini

HB-formaðurin, Páll Mohr Joensen, og Dalibor Savic (t.h.) (Mynd: hb.fo)
Tíðindaskriv
27. januar 2023 kl. 13:45

Í dag klokkan 15 verður Dalibor Savic, venjari hjá HB, gestur í Fótbóltspanelinum á FM1. Hann er tann triði í røðini eftir Ólavi Mikkelsen, hjálparvenjara hjá Víkingi, og Michael Schjønberg, venjara hjá 07 Vestur.

Í seinna tímanum verður millum annað ringt til Íslands, har Pætur J. Petersen hevur gjørt sáttmála við KA Akureyri. Eisini er ætlanin at fáa greiðu á hvørja ætlan TB hevur fyri komandi kappingarár.

Svenski Dalibor Savic, sum hevur serbiskar røtur, tók við í HB eftir tíggjunda umfar í fjør. Úrslitini vóru góð og HB vann fýra teir fyrstu dystirnar. Síðani tapti HB fyri KÍ og tað gekk illa í Evropa, har HB tapti samanlagt móti AFC Newton úr Wales.

HB endaði á triðja plássi við 55 stigum og tapti í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið móti Víkingi. Nógv bendir tó á, at HB ætlar at bjóða av aftur komandi kappingarár. Tilgongdin telur millum annað Mathias Præst Nielsen, Mads Borchers, Viljormur Davidsen, Mikkel Dahl og Samuel Chukwudi, sum tó er og royndarvenur í Randers í løtuni.

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar til sendingina í dag, so kanst tú senda sms inn á 559999 millum klokkan 15 og 17.