Á hvørjum ári tann 17. november er altjóða dagurin fyri ov tíðliga fødd børn hildin. Hetta er ein dagur, ið skal varpa ljós á tær avbjóðingar, sum børn, ið eru fødd ov tíðliga, og familjur teirra hava.
Børn, ið eru fødd áðrenn viku 37 av viðgongutíðini eru ov tíðliga fødd, og tað kann geva teimum eina trupla byrjan uppá lívið. At verða fødd ov tíðliga kann hava við sær ymiskar heilsuligar avbjóðingar, eitt nú við at anda, lága føðivekt og størri vanda fyri smittum. Foreldur at ov tíðliga føddum børnum uppliva ofta stúran, tí børnini krevja ofta nágreiniliga og serliga røkt á sjúkrahúsi.
Altjóða dagurin fyri ov tíðliga føddum børnum varð stovnaður í 2008 av fleiri felagsskapum, eitt nú European Foundation for the Care of Newborn Infants (EFCNI). Endamálið við degnum er at varpa ljós á avbjóðingarnar, og at arbeiða fyri betri sjúkrarøkt og stuðli til ov tíðliga fødd børn og familjum teirra.
Fyri at heiðra dagin verður liturin “lilla” brúktur, tí liturin merkir vón og samkensla. Altjóða dagurin fyri ov tíðliga fødd børn er ein fagnaður fyri lívið og styrkina hjá teimum smáu, ið stríðast gjøgnum avbjóðingarnar í sambandi við at verða ov tíðliga fødd. Samstundis minnir dagurin okkum á, at tað framvegis er tørvur á framstigum í sjúkrarøktini fyri at tryggja, at ov tíðliga fødd børn fáa eina góða byrjan uppá lívið.
Á neonataldeildini á Landssjúkrahúsinum varð í ár varpað ljós á dagin við at liturin á tí einu kuvøsuni var lilla