Íslendingar gera nógv burtur úr móðurmálsdegi sínum, 16. november, føðingardegi Jónasar Hallgrímssonar, tjóðskalds. Dagurin er almennur flaggdagur, og mentamálaráðið skipar fyri ymsum tiltøkum í samstarvi við fólk og stovnar. M.a. verður latin móðurmálsvirðisløn hendan dag, sum hevur verið hátíðarhildin síðan 1996.
Í ár skipar Aðalkonsulát Íslands fyri kvøldsetu í Norðurlandahúsinum við fjølbroyttari skrá og bjóðar øllum - føroyingum, íslendingum og øðrum - at vera hjartaliga vælkomin. Tiltakið er alment og ókeypis, og ymist gott íslendskt verður at fáa frá okkara Guðmundi kokki.
Tíð: Hósdagin 16. november kl. 19.30
Staður: Skálin, Norðurlandahúsið.
Skrá
- Einar Kárason, rithøvundur: Um Føroyingasøgu og íslendskar miðaldarrithøvundar
- Heðin M. Klein, skald og fyrrv. landsstýrismaður: Upplestur
- Guðrið Hansdóttir, listafólk: Tónleikaframførsla
- Høgni Djurhuus, tíðindamaður: Hugleiðingar
- Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum: Samstarv um mentan og gransking
- Þóra Þóroddsdóttir, rithøvundur og týðari: Hugleiðingar
G- uðrið Hansdóttir, listafólk: Tónleikaframførsla
Aðalkonsulát Íslands
Aðalræðisskrifstofa Íslands