Dagtilboð fyri minnisveik latið upp á Glyvrum

Nú fáa fólk í Eysturoynni og í Norðoyggjum dagtilboð til yngri fólk við demensi

Bryndis Hjartardóttir
22. juni 2020 kl. 13:29

-Tað er gleðiligt og vón mín er, at staðið fer at vera til gleði og bata hjá teimum, sum hava tørv á tí, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum í tíðindaskrivi.  

Eitt nýtt dagtilboð fyri minnisveik er latið upp á Glyvrum. Tilboðið er ætlað fólki í Eysturoy og í Norðoyggjum, sum eru í aldrinum 18-67 og hava demens.

Áður hava hesi koyrt til dagtilboðið í Skotarók í Havn. Tað hevur verið ein langur teinur og nú latið er upp á Glyvrum, styttir tað nógv um ferðingina hjá eysturoyingum og norðingum, sum hava tørv á hesum tilboðinum.

Tað hevur leingi verið tosað um væntandi tænastur fyri minnisveik, sum eru í aldrinum 18-67 ár. Við nýggja tilboðinum á Glyvrum tvífaldar talið av tænastuplássum, so at tað nú eru 16 dagtilboðspláss í landinum.