Dagstovnaráðið vil hava ein námsfrøðiflokk í januar

Ov nógvir námsfrøðingar vanta í føroysku dagstovnunum, og neyðugt er at halda fast í ætlanini við einum námsfrøðiflokki í januar, sigur Dagstovnaráðið, sum er komið við einari áheitan til mentamálaráðharran.

Steinar Patursson
19. oktober 2021 kl. 13:50

Dagstovnaráðið heitir í dag á landsstýrið um at tryggja, at ein flokkur av námsfrøðilesandi kann takast upp á Setrinum longu í januar.

Í brævi til uttanríkis- og mentamálaráðið sigur dagstovnaráðið, at Fróðskaparsetur Føroya er longu, sum er, klárt at taka ímóti námsfrøðilesandi.

Dagstovnaøkið er ikki nóg væl raðfest, og tað vanta alt ov nógvir útbúnir námsfrøðingar, sigur Dagstovnaráðið, ið tí vil hava fleiri útbúnar námsfrøðingar.

- Dagstovnalógin staðfestir eisini hendan týdning við at áseta, at í minsta lagi 2/3 av starvsfólkunum skulu vera námsfrøðingar. Ein staðfesting, sum í nógvum føroyskum stovnum er ógvuliga langt frá veruleikanum.

- Í løtuni ræður javnan eitt ávíst ráðaloysi í dagstovnunum. Vit eru heppin at hava nógv fitt ungfólk at hjálpa til, men tað skerst ikki burtur, at skulu vit sum frá líður veita børnum tað tilboð, sum tey hava rætt til og laða undir fortreytir fyri at tey kunnu trívast og mennast, so má útbúgving til, sigur Hildur Patursson, forkvinna í dagstovnaráðnum.

Dagstovnaráðið sigur í hesum sambandi, at tað hevur ilt við at skilja, hví ætlanin um ein námsfrøðiflokk í januar ikki sæst aftur á fíggjarlógini, og heitir av somu orsøk á mentamálaráðharran at tryggja, at ein eyka flokkur av námsfrøðilesandi verður tikin inn í januar.

- Eru ongar ætlanir um hetta, loyva vit okkum at spyrja: Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í mentamálum at byrgja fyri vantandi yrkisførinum á dagstovnaøkinum, spyr Dagstovnaráðið.