Dagstovnaøkið verður greinað og tilmæli skrivað um útbyggingar

Runavíkar býráð hevur sett nevnd at greina økið og undan ársskiftinum at leggja tilráðing fyri býráðið um hvat, íð skal gerast á økinum fyri at møta framtíðini

Jóannes Hansen
13. oktober 2023 kl. 13:30

Runavíkar kommuna arbeiðir í løtuni við, hvat skal gerast fyri at lofta dagstovnaøkinum. Býráðið hevur sett skjóttarbeiðandi nevnd, sum undan ársskiftinum skal greina støðuna á økinum og lata býráðnum tilmæli um, hvat skal gerast.

 

Á heimasíðuni runavik.fo verður skrivað soleiðis í dag:

Tað er nú komið somikið at mørkum á dagstovnaøkinum, at býráðið á býráðsfundinum hin 28. september viðgjørdi málið. Einmælt varð samtykt, at seta niður eina skjóttvirkandi nevnd til tess at gera býráðnum eina greining av økinum, og hartil eina tilráðing um hvat ið skal gerast á økinum fyri at møta framtíðini. Tað liggur fyrst og fremst í kortunum, at Sellin á Skála verður víðkaður og at ein nýggjur stovnur verður bygdur eystanfyri við Skálafjørðin – í økinum Glyvrar, Saltangará og Runavík.

Í løtuni húsast dagstovnaøkið í fleiri bygdum. Á Skála, í Oyndarfirði, Søldarfirði, Lamba, á Glyvrum, í Saltangará, Runavík, Æðuvík og í Rituvík. Hetta snýr seg um vøggustovur, barnagarðar, dagrøkt og frítíðarskúlar. Skúlin í Søldarfirði verður í løtuni um- og útbygdur til tvær nýggjar vøggustovur umframt tær tvær sum eru í skúlanum frammanundan. Býráðið valdi Káru Løkin, Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Maritu Súsonnu Hentze, Tóra Højgaard, Tórbjørn Jacobsen og Sigrid Jensdóttir Dalsgaard sum forkvinnu í nevndina.

Arbeiðssetningur nevndarinnar var soleiðis samtyktur á seinasta býráðsfundi:

1. Ein heildarmeting av tørvinum á dagstovnaøkinum – brúkarar og landafrøðiliga – fram til árið 2035.
2. Eru umskipingar møguligar í verandi ognum kommununar?
3. Hvussu kann ein dagstovnur gerast møguligur í komandi íbúðarbygging í Leitinum.
4. Víðkan av Sellanum á Skála.
5. Útibarnagarður í Æðuvík.
6. Fyrireiking av nýggjum dagstovni í økinum Glyvrar, Saltangará og Runavík.

Á FÆ2023 eru 150 túsund krónur settar av til fyrireikingina, og nevndin hevði sín fyrsta fund miðvikudagin í vikuni. Eftir ætlan skal nevndin koma við einari tilráðing í hesum árinum, og í fyrstu atløgu fer hon at vitja egnar dagstovnar, at vitja nýggjar dagstovnar kring um landið, at skriva upprit um námsfrøðiliga hugsjón, - serliga fyri nýggja dagstovnin í ætlan, at velja lendi til nýggjan dagstovn og at gera uppskot til næsta stig, sum er byggiskrá-undangóðkenning o.a.

Serliga viðvíkjandi nýggjum stovni er ætlanin at fáa íblástur frá øðrum nýggjum stovnum við serligum atliti til samspælið millum dagstovn og nærumhvørvi og at kunna seg um ymiskar loysnir viðvíkjandi innrætting av stovum og felagsrúmum - umstøðum til børn við sertørvi - umstøðum til starvsfólk og leiðslu, vásarúmum, nátthúsum, verkstøðum, sansaøkjum, útdurum, vaskirúmum, goymslum, vognrúmum, útiøkjum, atkomuleiðum v.m.

Nevndin hevur lagt eina skrá fyri tað sum er eftir av árinum við tí í hyggju at lata býráðnum eitt uppskot samsvarandi arbeiðssetninginum áðrenn ársskiftið 2023/24.