DAGSTOVNAØKIÐ – RAÐFESTING ALLA TÍÐINA NEYÐUG

Dagstovnaøkið skal alla tíðina raðfestast og betrast.

Kristianna Winther Poulsen
4. november 2024 kl. 16:19

Færri børn skulu vera á hvørjari stovu. Hetta gevur bæði børnum og starvsfólki betri umstøður og ein róligari gerandisdag. 

Førleikamenning og starvsfólkarøkt skulu vera ein sjálvsagdur partur av arbeiðsplássunum á dagstovnaøkinum, og umstøðurnar at arbeiða námsfrøðiliga skulu gerast betri.    

Dagstovnarnir skulu haldast og røkjast. Eg hugsi her um ljóðviðurskifti, inniumhvørvið, rúmlig høli og um góð og námsfrøðiliga mennandi øki, bæði inni og uttandura.      

Starvsfólk skulu hava neyðuga førleikamenning fyri at kunna arbeiða við børnum frá fleiri ymiskum mentanum. Nógv børn hjá foreldrum úr fremmandum londum ganga á dagstovnunum í kommununi. 

Børn við serligum tørvi skulu kunna vera á stovninum undir teirra egnu fortreytum, soleiðis at nóg góð atlit verða tikin til serliga tørvin.      

Leiðslan skal takast úr normeringini, so at leiðararnir kunnu hugsavna seg um leiðsluuppgávuna.

Og vit skulu ikki ræðast at lurta eftir teimum, sum arbeiða á dagstovnunum, tí teirra vitan og royndir eru við til at gera økið betri. Ein uttanhýsis eftirmeting skal gerast av øllum dagstovnaøkinum, so vit fáa meira vitan um tað, sum riggar, og um tað, sum skal gerast betri. 

Politikarar og ovasta leiðslan skulu ikki krógva seg aftanfyri ein óneyðuga stóran yvirbygnað.  

Vit hava 38 dagstovnar í kommununi. Útivið 800 starvsfóllk gera hvønn dag sítt besta fyri at skapa trivnað og góðar umstøður fyri tey 2.600 børnini, sum eru á dagstovnunum.   

Økið er stórt og eitt av kjarnuøkjunum, ið hevur ómetaliga stóran týdning fyri børn, foreldur teirra og starvsfólkini, sum velja at arbeiða á dagstovnaøkinum. 

Eg vil gera tað neyðuga arbeiðið fyri, at dagstovnaøkið alla tíðina verður raðfest og dagført.  

Vel Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráð. 

Vel meg, eg fremji úrslit. 

Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin til Tórshavnar býráð