Dagstovnaøkið i Tórshavnar Kommunu sum mest áhugaverda arbeiðspláss

Eg eiti Barbara Djurhuus, og eg brenni fyri at betra um okkara kommunalu dagstovnar og barnafamiljum í Tórshavnar Kommunu.

Barbara Djurhuus
5. november 2024 kl. 15:18

Eg havi arbeitt á námsfrøðiliga- og sernámsfrøðiliga økinum í 20 ár, har eg havi serkunnleika.

Seinastu 6 árini, havi eg starvast sum sernámsfrøðiligur ráðgevi (cand.pæd.pæd.psyk.), og hjálpt dagstovnum kring landið at skipa seg betur, og harafturat havi eg verið virkin í foreldraráðið á dagstovni í Tórshavnar Kommunu.

Mínar royndir hava ført til, at eg eri stigtakari til at stovna fyrsta felags foreldraráðið í Tórshavnar Kommunu.

Seinastu árini, hevur gongdin í okkara samfelagið elvt til, at serliga faklig starvsfólk mangla, serliga námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnaøkinum. Hetta hevur havt við sær, at vit hava sæð alt ov trýstar støður á dagstovnunum, skiftandi leiðslur og starvsfólk, og ein uppliving av, at hjá nógvum foreldrum, er tann annars tryggi dagstovnurin vorðin ein stúran, sum fyllir nógv. Ørkymlan hjá summum foreldrum og stúranir um; “er tað eitt nýtt andlit aftur í dag, og hvussu leingi verður áðrenn nýggjar broytingar verða aftur?”.

Tað eru tó loysnir á hesum trupulleika

1. Eg fari at arbeiða fyri at gera tað attraktivt hjá námsfrøðingum at søkja aftur á dagstovnaøkið í Tórshavnar Kommunu, soleiðis at vit kunnu styrkja um fakligheitina og skipa námsfrøðina betur.

2. Eg fari eisini at arbeiða fyri at økja um fíggingina til tímajáttanina og til sertímar/serstovur á dagstovnaøkinum sum skjótast. Játtanin hevur verið alt ov lág í alt ov langa tíð og vit síggja avleiðingarnar av hesum í dag. Um nakar vil spyrja um vit hava ráð til at økja um fíggingina, meini eg at vit hava ikki ráð til at lata vera. Avleiðingarnar eru ov stórar fyri okkara børnum.

3. Somuleiðis fari eg at arbeiða fyri at endurstovna álitið hjá øllum smábarnafamiljum, so tey altíð kunnu lata børnini í tryggar hendur og at vit hava royndirnar at tryggja mest optimalu menningina hjá okkara børnum.

Er tað eitt, sum eg havi tikið við mær, gjøgnum árini, so er tað, at tað er einki “títt ella mítt barn”. Tað er okkara børn.

Ber ikki til uttan tína hjálp

Øll ynskja at arbeiða á teimum mest áhugaverdu arbeiðsplássunum, og mín missión er at gera dagstovnaøkið í Tórshavnar Kommunu til eitt tað besta í landinum.

Við tínari hjálp kunnu vit gera hetta til veruleika. Um eg fái ein kross frá tær, so skal eg gera mítt allarbesta fyri, at tú fært nakað ítøkiligt afturfyri.

Barbara Djurhuus

Valevni fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.