01
0-0
Føroyar geva bóltin upp, og føroyingar taka tað róligt i uppspælinum.
Leivur Mortensen leypur inn frá vinstru, men bólturin fer við síðuna av handara stólpa.
02
0-1
Norra skorar í fyrsta álopinum.
03
1-1
Leivur Mortensen skorar úr vinstru eftir skjótálop.
04
2-2
Elias spælir Teis Horn Rasmussen leysan á strikuni.
05
2-3
Brotskast
06
3-4
Føroyar royna við 7 ímóti 6, men tað kiksar, og so skorar Norra í opið mál.
07
3-5
Vilhelm verður útvístur.
08
4-6
Kjartan Johansen minkar um munin, eftir fríspæling frá Eliasi. Norðmaður útvístur.
09
5-6
Føroyar eru ein fleiri, og Elias fer ígjøgnum og minkar um munin. So missa norðmenn, men føroyingar varnast ikki, at norska málið er tómt.
11
6-7
Norra økir um munin við brotskasti, og so brýtur Elias ígjøgnum og skorar.
12
6-7
Sagosen leypur inn úr vinstru og Pauli í málinum fær bóltin í andlitið. Tað eigur at verða sektað harðliga, men dómarin letst ikki um vón.
13
6-8
Leivur misnýtir í vinstru, og eftir at Norra hevur økt um leiðsluna, er Norra undirmannað við mistaki ímóti Óla Mittún.
14
7-8
So eydnaðist tað hjá Hákun West av Teigum.
15
7-9
Føroysk útvísing og norskt brotskast.
16
7-9
Elias roynir, men bólturin brestur í stólpan fyri triðju ferð í kvøld.
17
7-10
Norra skorar í yvirtali. Elias verður jarðlagdur ferð eftir ferð.
18
8-10
7 ímóti 6, róligt uppspæl, og tað endar við, at Óli Mittún leypur inn og skorar.
19
9-10
Óli Mittún herjar á og skorar.
20
9-10
Føroyar hava skift málverja, og Nicholas Satchwell hevur bjargað tvær ferðir - munurin er eitt mál.
22
9-12
Føroysk útvísing kostar tvey mál.
23
10-12
Elias spælir Teis leysan á strikuni, og hann skorar. Nú eru vit aftur fullmannaðir.
24
11-12
Málverjin bjargar, skjótt mótálop endar við, at Vilhelm spælir Teis leysan, og hann skorar. Fantastiskt.
25
11-12
Føroyski málverjin bjargar, og eftir langt álop spælir Elias til Teis, men málverjin bjargar.
26
11-12
Føroyski málverjin bjargar aftur.
27
12-12
Óli Mittún brýtur ígjøgnum, men málverjin hálvbjargar. Allir norðmenninir renna fram, men Óli fær liggjandi fatur á bóltin og skorar - nú er javnt!
28
12-13
Teis verður útvístur, og Norra skorar. Pætur Mikkjalsson er á strikuni, nú Føroyar eru undirmannaðar.
29
12-13
Norðmenn biðja um leikbrá.
Elias skipar ætlanina um síðsta álopið undan steðginum.
30
HÁLVLEIKUR
12-13
Nicholas Satchwell hevur verið framúr aftanfyri føroysku verjuna, ið hevur verið sum bergið. Avrikið hjá Føroyum í 1. hálvleiki hevur verið á sovornum støði, sum tað neyvan er sæð áður.
31
13-14
Norra leggur fyri og skorar við hoppskoti eftir fínt álop.
Og so spælir Elias í høgru til Hákun, sum leypur inn og fangar bóltin, áðrenn hann skorar.
32
13-14
Nicholas Satchwell bjagar.
33
13-15
Føroyingar misnýta, og tað verður sektað.
34
14-16
Teis verður spældur leysur á strikuni og skorar, og so svarar Norra aftur í skjótálopi og skoti av strikuni í vinstru.
36
15-16
Elias heldur høvdið kalt og spælir í vinstru til Róa Berg Hansen, sum skorar.
Og nú er javnt
16-16
38
16-17
Teis misnýtir risa møguleika, tá ið hann er púra einsamallur og málverjin bjargar. Genial fríspæling, sum Elias syrgir fyri.
17-17
40
17-18
Noreg tekur leikbrá og so skorar Sagosen
41
18-19
Hákun leypur inn úr spískum og javnar, men so svarar Norra aftur.
42
19-19
Vilhelm javnar - Elias spælir til hansara, og Vilhelm herjar á.
43
19-20
Brotskast og Føroyar eru í undirtali eftir útvísing.
44
19-20
Nicholas Satchwell bjargar.
Føroyskt leikbrá nú tað eru 22 sekund eftir av útvísingini.
45
20-20
Vilhelm fer ígjøgnum í høgru og skorar.
46
20-21
Peter Krogh er øgiligur í miðverjuni. Oftast saman við Teis Horn Rasmussen.
Sagosen skorar, tá armurin á dómaranum er uppi.
47
20-21
Teis liggur skaddur frammi á strikuni eftir samanbrest við mótstøðumann. Norsk útvísing.
Føroyar spæla 7 ímóti 6.
48
21-22
Leivur Mortensen leypur inn úr vinstru og skorar, men so svarar Norra aftur.
49
22-22
Hákun West av Teigum. Elias spælir hann leysan.
50
23-23
Noreg svarar aftur úr spískum í vinstru.
Fantastisk fríspæling av Teis, og tað endar við brotskasti, sum Elias setur í netið.
51
23-24
Pætur fer ov langt fram í verjuni og verður snýttur.
52
23-25
Vilhelm brýtur ígjøgnum og skorar, men dómarin kolldømir fyri yvirtrakk. Endurtøkur vísa, at talan var um skeivan dóm.
Sagosen økir um leiðsluna.
53
23-25
Óli Mittún verður totalt jarðlagdur. Dómarnir hyggja aftur at støðuni og geva reytt kort til norðmannin Petter Overby.
Kjartan misnýtir úr spískum í høgru.
55
23-25
Elias útvístur fyri mistak í verju - sera spell. Pauli Jacobsen er aftur í málinum og bjargar.
Føroyskt leikbrá.
56
23-25
Norski málverjin bjargar, tá ið Óli roynir seg við hoppskoti.
Brotskast til Norra.
57
23-26
Noreg skorar við brotskasti.
Føroyar spæla 7 ímóti 6.
Vilhelm er púra leysur, men málverjin bjargar.
58.30
24-26
Norsk útvísing í verjuni.
Elias brotskast og skorar.
59.40
25-26
Leivur Mortensen skorar
Norskt leikbrá.
60
26-26
Elias Ellefsen á Skipagøtu pilkar bóltin frá norðmonnum á teirra hálvu, verður steðgaður óregluliga, dómarin bríkslar fyri brotskasti, sum Elias tekur og skorar!!!!
LIÐUGT
26-26