Daft Punk farnir hvør til sítt

Limirnir í kenda franska tónleikabólkinum Daft Punk, ið hevur verið til síðani 1993, hava avgjørt at steðga tónleikasamarbeiðinum

Sigurjón Einarsson
22. februar 2021 kl. 16:31

Fyri í dag legði franski elektro-duoin Daft Punk eitt videobrot út, ið stutt og greitt kallast “Epilogue”.

“Epilogue” merkir eftirmæli, og fyri løtu seinni kundi talskvinnan fyri bólkin, Kathryn Frazier vátta, at limirnir í bólkinum eru farnir hvør til sítt.

Tað skrivar DR á heimasíðu sínari.

Einki verður nevnt um, hvat orsøkin er, at Daft Punk nú gevst sum tónleikabólkur.  

Daft Punk varð stovnaður í 1993 í París, og er millum annað kendir fyri sangir sum “Da Funk”, “Around the World”, “One more Time” og “Harder, Better, Faster, Stronger”.

Nógv kenna eisini tónleikahittið “Get Lucky”, sum bólkurin gjørdi saman við Pharrel Williams.

Tað eyðkenda við Daft Punk var, at teir altíð spældu konsertir, meðan teir vóru ílatnir rúmdarhjálmar.

Soleiðis siga Daft Punk farvæl og takka fyri seg: