Crystal Palace steðgaði sigursrøðini hjá Manchester United

Tað sá leingi út til, at Manchester United skuldi taka øll trý stigini við heim til Manchester

Ragnar Sjúrðarson
18. januar 2023 kl. 22:46

Manchester United var stórfavorittur undan dystinum í móti Crystal Palace á Selhurst Park í kvøld.

Fyrri hálveikur var leiktur við lágari ferð og liðini høvdu fáar málmøguleikar. Í 43 minutti hevði Manchester United sítt fyrsta skot á mál og Bruno Fernandez legði harvið Manchester United á odda.

Seinni hálvleikur var ógvuliga líkur fyrra hálvleiki. Ongin megnaði at leggja ett veruligt trýst á mótstøðuliðið.

Crystal Palace hevði tó tann stórsta málmøguleikan, men De Gea stórbjargaði. 

Manchester United hevði beina kós í móti sigrinum, men eitt meistaraligt fríspark í 91`inda minutti frá Michael Olise knústi dreymarnar hjá United og liðini fingu eitt stig í part