Nýggi venjarin hjá Crystal Palace verður Oliver Glasner. Tað upplýsir Crystal Palace á síni heimasíðu.
Eysturíski venjarin hevur skrivað undir sáttmála, ið gongur út við kappingarendan í 2026.
Glasner førdi Eintracht Frankfurt til gull í UEFA Europa League í 2022, sum eisini var fyrsta steypið í søgu felagsins í meira enn 40 ár.
Eintracht Frankfurt var ósigrað í kappingarárinum, og Palace vónar, at Glasner ikki hevur gloymt hvussu mann vinnur. London-felagið liggur nummar 16 í Premier League og hevur nemliga stóran tørv á stigum.
Fyrrverandi venjarin Roy Hodgson bleiv sjúkur undir eini venjing við felagnum í síðstu viku og mátti ein túr á sjúkrahúsið. 76 ára gamli onglendingurin er blivin útskrivaður, men er givin eftir at hava verið venjari hjá felagnum í seks ár.