Country festivalurin verður aftur í 2021

Festivalurin verður aftur 11. til 12. juni 2021. Forsølan hjá Country festivalinum er byrjað

Sigurjón Einarsson
20. desember 2020 kl. 19:35

Tey, ið hava atgongumerki til festivalin, sum bleiv avlýstur orsaka av Covid-19, kunna brúka tað til komandi festival, verður sagt á heimasíðuni hjá Country festivalinum.

Fólkini, sum vara av Country festivalinum, siga, at hóast verðin enn ikki eru komin á mál við at basa Covid-19, so vóna tey, at øll kunna fara trygt á festival í døgunum frá 11. til 12. juni komandi ár. 

Útlendsku høvuðsnøvnini á festivalium eru The Bellamy Brothers og Heather Myles. 

Atgongumerkið kunnu keypast her