Country festivalurin verður aftur í 2021
Festivalurin verður aftur 11. til 12. juni 2021. Forsølan hjá Country festivalinum er byrjað
Sigurjón Einarsson
20. desember 2020 kl. 19:35
Tey, ið hava atgongumerki til festivalin, sum bleiv avlýstur orsaka av Covid-19, kunna brúka tað til komandi festival, verður sagt á heimasíðuni hjá Country festivalinum.
Fólkini, sum vara av Country festivalinum, siga, at hóast verðin enn ikki eru komin á mál við at basa Covid-19, so vóna tey, at øll kunna fara trygt á festival í døgunum frá 11. til 12. juni komandi ár.
Útlendsku høvuðsnøvnini á festivalium eru The Bellamy Brothers og Heather Myles.