Corona: Noreg eisini stongt
Noreg setur nú eisini tiltøk í verk í móti Covid-19
Bryndis Hjartardóttir
12. mars 2020 kl. 13:35
Noreg, sum liggur á 3. plássið yvir harðast raktu londunum av corona smittuni, steingir nú eisini.
Allir skúlar og dagstovnar steingja og øll tiltøk verða avlýst, boðar Erna Solberg, forsætisráðharri frá á tíðindafundi í dag. Verndar tiltøkini verða sett í verk eftir norsku smittuverndarlógini, og við heimild í henni, er forboð sett fyri mentanar-, ítróttar-, matastovu-, og frisør o.l vinnu.
Vit stramma í nú, so vit heldur kunnu slakka eftir tørvi seinni, segði forsætisráðharrin við NRK.no
621 fólk eru smittaði av covid-19 í Noregi, 163 av hesum hava fingið smittuna staðfesta tað síðsta døgni. Eingin er deyður enn.