Veðurlagsráðstevna nummar 26 hjá ST byrjaði í Glasgow í Skotlandi sunnudagin. Statsleiðarar úr øllum heiminum hava nú í tveir dagar hildið røður og eru komnir við fráboðanum og yvirlýsingum, ið viðvíkur veðurlagið. Nú eru flestu statsleiðararnir farnir heim aftur, og nú er tað upp til sendifólkini at samráðast og fáa avtalur í hús.
Í dag er fokus á reglugerðina í samband við veðurlagsfígging – har hættir skulu finnast, so fleiri privatir íleggjarar eru sinnaðir at spýta pening í verkætlanir, sum skulu minka um CO2-útlátið og tilpassa seg veðurlagsárinini.
G-20 londini hava eisini verið fyri ákoyringum, tí tey ikki liva upp til 2020-málið um, at tey skulu geva í minsta lagið 100 milliardir dollarar um árið til veðurlagsfígging til menningarlondini. Men John Kerry, ið er útsent umboð fyri USA í veðurlagsráðstevnuni, hevur skotið upp, at arbeitt verður við at náa hesum máli í 2022, skrivar Reuters millum annað um, hvat er á skránni á veðurlagsráðstevnuni í dag.