Írska superstjørnan, Conor McGregor, er uttan iva størsta navnið nakrantíð innan stríðsítrótt. Hann er karismatiskur, hevur óvanliga góðar talugávur, og so er hann ein av teimum bestu kemparunum í heiminum.
McGregor kappast í Ultimate Fighting Championship (UFC) kappingini, sum telir tey størstu nøvnini í heiminum innan ítróttin. Tvær ferðir hevur hann vunnið meistaraheitið - fyrst í fjarðvekt deildini, og síðani í lættvekt deildini. Tá hann í 2016 vann meistaraheitið í lættvekt, gjørdist hann fyrsti UFC kemparin nakrantíð, sum var meistari í tveimum deildum samstundis.
Seinasti dysturin hjá Conor McGregor var ímóti arvafíggindanum, Dustin Poirier, á sumri í 2021. Tá var McGregor so mikið óheppin, at hann breyt annað beinið. Síðani tá hevur hann verið ígjøgnum eina langa tilgongd við uppvenjing, men nú hava leysasøgur gingið í rúma tíð um, at hann er klárur at koma aftur.
Í gjáramorgunin varð tað so kunngjørt. 29. juni verður Conor McGregor aftur at síggja í UFC ringinum. Mótstøðumaðurin verður Michael Chandler, sum telist millum bestu kempararnar í UFC, og, sum eins og McGregor, er sera væl dámdur av fjepparum. Lagt verður tí upp til eitt veruligt brak av einum dysti.