Conference League: Vænta, at Deni Pavlovic fær kalda móttøku

Í kvøld spælir KÍ fyrra dystin í triðja umfari í Conference League. Vegna spentu støðuna millum Kosovo og Serbia, so vænta tey í KÍ-leguni, at Deni Pavlovic, sum er serbi, kann vera fyri atfinningum frá bæði leikarum og áskoðarum, men sambært KÍ-hjálparvenjara, so hevur Deni bara fokus á tað, ið hendir inni á vøllinum

Deni Pavlovic hevur verið sera eyðsýndur á KÍ-liðnum seinnu árini (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)
Sigurjón Einarsson
4. august 2022 kl. 14:55

Tað er í kvøld klokkan 19, at KÍ skal spæla fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Europa Conference League. Dysturin verður leiktur í høvuðsstaðnum í Kosovo, Prishtina.

Støðan er eitt spent millum Kosovo og Serbia í hesum døgum, og kanska serliga nú, eftir at stjórnin í Kosovo mánadagin ógildaði serbisk samleikaprógv, ið tey umleið 50.000 serbarnir, sum búgva í Kosovo, brúka. Eisini er tað nú ólógligt at brúka serbiskar nummarplátur í Kosovo - hjá teimum, sum búgva í Kosovo, men hava skrásett bil sín í Serbia.

Annar hjálparvenjarin hjá KÍ sigur við Dimmalætting, at spenta støðan millum Kosovo og Serbia kann fara at spæla ein leiklut í dystinum.

– Sambandið millum Kosovo og Serbia hevur verið eitt sindur spent seinastu tíðina, og tí kann mann rokna við, at Deni Pavlovic, ið er serbi, verður “valdur út” av Ballkani spælarunum og áskoðarunum, men vit eru klárir at verja hann so gott sum vit kunnu, sigur Sjúrður Jacobsen, sum síðan januar í 2020 hevur verið hjálparvenjari hjá Mikkjali K. Thomassen.

Sjúrður vísir á, at menninir virka væl fyri, og at KÍ-leikararnir hava fult fokus á dystin, soleiðis at tað, ið hendir uttanfyri vøllin í hesum døgum, ikki skal ávirka tilgongdina til dystin í kvøld.

– Deni Pavlovic tekur tað róligt. Hann virkar væl fyrireikaður og fokuseraður, og hann sær út til at verða 100 prosent klárur til dystin í kvøld, sigur Sjúrður Jacobsen.

29 ára gamli Deni Pavlovic, sum kom til KÍ í 2018 sum verjuleikari, hevur seinnu tvey árini leikt sum miðvallarleikari á KÍ-liðnum, har hann sum oftast hevur verið ein av teimum báðum, sum í 4-3-3-leikskipanini, hava leikt frammanfyri akkerið á KÍ-miðvøllinum, Jákup B. Andreasen.

Í gjárkvøldið vóru seinastu fyrireikingarnar til dystin móti FC Ballkani í Prishtina, sum verður leiktur í kvøld (Mynd: ki.fo)

Viðurkennir ikki Kosovo
Serbia viðurkennir ikki Kosovo sum eitt sjálvstøðugt land, men sær heldur Kosovo sum ein landslut. Beograd sigur, at markið millum Serbia og Kosovo er bert fyribils.

Sambært serbisku stjórnini, so hevur stjórnin í Kosovo ikki rætt til at brúka fyrisitingarligar tiltøk og reglar, sum eitt nú tað, at bilar í Kosovo skulu vera skrásettir í Kosovo – og ikki í Beograd.

Serbiski forsetin, Aleksandar Vucic, segði sunnudagin, sambært altjóða miðlum, at “Serbia hevur ongantíð verið í einari so torgreiddari støðu við Kosovo, sum støðan er í dag”.

Sunnudagin boðaðu útlendskir miðlar eisini frá, at vaktir við markið høvdu skotið eftir hvørjum øðrum.

Nato hevur síðan 1999 havt friðarveitandi herlið í Kosovo.

Dysturin í Kosovo í kvøld byrjar klokkan 19 føroyska tíð og verður vístur á R5 hjá Televarpinum – til tey, ið hava hald. Dómarin í dystinum verður norski Espen Eskås.

Returdysturin verður leiktur á Tórsvølli hóskvøldið 11. august klokkan 19.