Colin Powell deyður

Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin Colin Powell er deyður, eftir at hann varð smittaður við korona

Leif Láadal
18. oktober 2021 kl. 13:46

Familjan hjá Colin Powell hevur almannakunngjørt á Facebook, at fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin er deyður, 84 ára gamal. 

Sambært kunningini, so var Colin Powell liðugt kopsettur, men doyði nú við korona, eins og hann hevði krabba, og tískil avmarkaði mótstøðuevni í mun til sjúku sína, skrivar dr.dk.

Colin Powell var hægsti leiðari í amerikanska herinum frá 1989 til 1993, og frá 2001 til 2005 var hann amerikanskur uttanríkisráðharri í stjórnini hjá George W. Bush.