Í kvøld og í annaðkvøld fer Coldplay at spæla í Parkini. Coldplay hevur farnu nógvu árini uttan iva verið millum best umtóktu tónleikabólkar í heiminum og eru teir enn háaktuellir.
Í hesum mánaðinum liggja teir nummar 13 á listanum hjá Spotify yvir mest lurtaðu tónleikabólkum, við knøppum 69 milliónum lurtarum.
Men tað verður ikki einans teirra egna tónleik, sum bólkurin fer at varpa ljós á hesar báðar dagarnar.
Tað er alment, at Coldplay stuðlar felagsskapinum Sea Shepherd, og fara teir í samband við konsertirnar í kvøld og annaðkvøld, at varpa ljós á virksemi hjá tí so umstrídda felagsskapinum um okkara leiðir.
Hetta skrivar felagsskapurin Sea Shepherd Denmark á Facebook:
“Vit lúgva ikki, tá vit siga at vit hava heimsins bestu stuðlar!
Ein teirra er faktiskt Coldplay. So tá teir eru í býnum, fáa vit loyvi at luttaka í ballinum og koma og greiða eitt sindur frá um okkara arbeiði.
So um tú skalt á konsert í dag ella í morgin, so kanst tú hitta okkum frá kl 17 í Parkini í dag OG í morgin.”