Sambært Semafor umhugsar CNN at broyta sendiflatuna, soleiðis at tungu tíðindasendingarnar á kvøldi verða býttar út við eina lættari tíðindasending, har ein skemtari er vertur, sum kann bera fram tíðindi á ein skemtiligan hátt, sum vit eitt nú kenna John Oliver frá.
Nøvn sum Bill Maher, Trevor Noah, Arsenio Hall og Jon Stewart er nevnd í hesum sambandi, skrivar amerikanski netmiðilin Semafor.
– CNN leitar eftir sínari versjón av John Oliver, sigur ein kelda til netmiðilin.
Forstjórin í CNN, Chris Licht, er heldur ikki ókendur innan talkshow-formatið, tí áðrenn hann gjørdist forstjóri í CNN á vári í fjør, stóð hann á odda fyri sendingini The Late Show, har Stephen Colbert er vertur.
Licht hevur áður sagt í samrøðu við New York Times, at skemtarar sum eitt nú Stephen Colbert og fyrrverandi verturin á The Daily Show, Jon Stewart, høvdu riggað sum tíðindavertir á CNN. Eisini ásannar Licht, at tíðin kanska er búgvin til, at CNN fekk eina sending, sum viðgerð tíðindi á ein skemtiligan hátt.
Bæði Stephen Colbert og Jon Stewart eru longu knýttir at sendingum. Síðstnevndi ger sendingina The Problem, ið sæst á Apple TV+.
Bæði netmiðilin Semafor og Variety peika á Bill Maher, sum í dag hevur sína egnu sending á HBO, sum ein upplagdan kandidat til CNN. Hetta, tí bæði CNN og HBO hava sama eigara, Warner Bro. Discovery.