Forsetavalið í Meksiko er avgreitt, og stóri vinnarin eitur Claudia Sheinbaum við umleið 60% av atkvøðunum. Tað skrivar The Guardian.
Claudia gerst harvið fyrsti kvinnuligi forsetin í landinum, og samstundis eisini fyrsti forsetin við jødiskari bakgrund. Hon kemur til valdið sum nógv meira enn bert politisk persónligheit: hon hevur nemliga eina PhD í orkuverkfrøði, og hevur vunnið eina Nobel heiðursløn í sambandi við veðurlagsarbeiði undir ST.
Claudia tekur yvir frá floksfelagi sínum, Andres Manuel Lopez Obrador. Hetta er harðligasta valstríð hjá Meksiko í nýggjari tíð, har 38 valevni eru vorðin myrd, skrivar Reuters.