Abbi mín á Glyvrum átti nøkur partabrøv í Sjóvinnubankanum, Skipafelagnum Føroyar og í Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik. Hetta var tíðin í lopinum frá einum samfelag til eitt annað – kósin var sett ímóti einum hægri menningarstigi. Fyri at røkka málinum mátti laðast vinnuligt og fíggjarligt undirstøðukervi. Úr Ríkiskassa fekst onki, Landskassin var eitt eiti og kommunurnar putlaðust við eitthvørt smávegis - og livdu fyri tað mesta frá hondini í munnin. Tí vóru tað einstaklingar sum í byrjanini mentu infrastrukturin, - eftir egnum tørvi fyrst og fremst. Tey, sum áttu Mjólkaforsýningina, høvdu brúk fyri mjólkini hjá bóndum í Sundalagnum og innan av Skálafjørðinum, og mjólkin skuldi flytast sjóvegis, annar møguleiki fanst ikki, tí útvegaði felagið sær skip til endamálið. Ruth, Trónd, Sigmund, Ternuna og Trónd.
Hendan farleið knýtti Skálafjørðin og Havnina saman, nógvur kennskapur kom í av hesum eisini, og hetta er meginorsøkin til tankan um Tangafjarðartunnilin. Nú gerst hetta alt eitt samfelt miðstaðarøki, har tangar á vagnum flyta mjólkina undirsjóvar til sjálvan metropolin. Í afturhvarvinum var hetta ein hugnalig tíð, og man kennir seg aftur í hesum manninum í stuttu søguni, Íkoma á eystaru bryggju, sum stendur og bíðar eftir mjólkarbátinum. Carli skrivar: ”Og langt um leingi kom hann. Mjólkarbáturin. Ternan. Támað av døggini á brillugløsunum larraði hon inn um molan, rómalitt omandeks og grøn um skrokkin.” Um somu tíð sum Føroya landsstýrið smíðaði eina suðuroyarferju á Tórshavnar Skipasmiðju, ið als ikki tók hædd fyri vaksandi akstrinum og akfarsmeinginum í Føroyum, kollveltu teir á Mjólkaforsýningini undirstøðukervið við keypinum av lutfalsliga nýggju bilferjuni Tróndi úr Noreg, og sigur hetta nakað um kveiking og framlopshugsan teirra, ið stjórnaðu hesi fyritøku. Carl Jóhan Jensen er komin undan hesum slagnum, men hansara framlop dagaðu undan í øðrum høpi, minst líka neyðug, - á skaldskaparmótinum og sum munadygg skorða í málsligum strevi.
Føðingardagsbarnið Carli er tvey ár yngri enn eg, tað er langt lop í tannárum, hann hevur verið lítið meiri enn fermdur, táið vit sum 16 ára gamlir bygdaungdómar hertóku byltingarbráðpannuna í Hoydølum. Í kjalarslóðini av ungdómsuppreistrinum víða um lond, hildu mong, at einasti studentaskúlin í landinum var vorðin ein frístaður, eitt føroyskt Christiania, har alt bar til. Anarki, humbukk og letigongd, ein klekingardepil til Tjóðveldi ella tað sum verri var – cellur uttari á vinstraveinginum. Speisama avsvørjanin, the special case of allegory, til hetta nýggja slendrianið og laissez-faire huglagið, í kenslureiðrinum í Dalinum fagra, speglast aftur í Hampamanninum, yrktur til lagið "Okie From Muskogee" hjá Merle Haggard: ”Eg eri hvørki kommunistur ella provo, eg brúki Dimmu ei sum skoynisopp, eg blaki ei við borðiskum á tingi, og tá tey roykja hash, eg sigi stopp.” Onkur javnaldur á bygd hevur seinri sagt mær, at tað vóru foreldur, sum ráddu børnum sínum frá at hava nakað við okkum at gera, - politiska løðingin var ov sterk og atburðurin sjáldsamari enn gott var. Rákið lá í lotinum, men Erik Petersen, Christian Haraldsen og Arnbjørn Mortensen og ikki minst generalarnir á Kostdeildini, mundu hava tak á nýggju øðini, men mýtur hava tað við at spretta úr broytingartíðum og gott tað sama. Verðsins endi kom nú heldur ikki burturúr hesum, og vit síggja hesi somu andlitini, nakað eld, á ymsum rókum í samfelagnum. Eisini tey komu at byggja landið, tjóðina, sum nú er betri fyri enn nakrantíð.
Hetta man vera tíðin, tá Carli fer at kvaklast, kveikjast og kemur í tilviting. Hevði so dánt hoyrt um hann, vitsti at hann búði nakað nær hjá skyldfólkunum á Tinghúsvegnum, og hann var somikið virdur sum hermaður, tá hesir lógu í stríði við dreingir í øðrum býlingum, at frægast var at halda seg innanduraðan, táið frumborni meiaríalvin kom stútandi um húsahornini við heimagjørdum svørði í hond. Longu tá sást, at eimur fór at koma úr eldi, sprotin til eina framtíðar guerillero á onkrum móti. Altíð í broddi fylkingar, støkkin, ja, so morðgíriga áleypandi, at sjálvt vinmenninir, teir sum akslaðu skinn við hann, loytnantarnir, ræddust hansara eirindaloysi. Onkur helt fyri, at var hann í Petrograd, Peking ella í Havanna, táið reyðu herfylkingarnar tóku ræðið, hevði hann ivaleyst verið commandanturin, sum skipaði fyri á avrættingarpelotongunum, táið kontrarevolutioneru spírarnir fingu banahøgg, fyri at byltingarnar skuldu eydnast og grundfestast.
Klassiska andsøgnin ímillum ættarlið kom eisini undan kavi í førinum hjá føðingardagsbarninum. Vanahugsanin um at bóndasonurin gjørdist bóndi, at skiparasonurin gjørdist skipari og at kennarasonurin gjørdist kennari man eisini hava borið við hjá teimum, sum varaðu av Meiarínum. Eftir at hava gingið realskúlan í heimbýnum, liggur leiðin í landsuður, har fýrurin so spakuliga skuldi snikkast og modelerast til komandi stórar uppgávur á Sorø Akademi. Hendan var tíðin, tá lítið var av peningi var millum fólk, og ungdómar, í lestrarørindum í Danmørk og uttansyndis annars, komu ikki í tíð og ótíð heim á klettarnar, tað vóru ráðini ikki til. Øðrvísi var við Carli, hann ferðaðist ímillum lond, táið hildið var heystfrí, jólafrí, páskafrí og summarfrí. Við skipum hjá DFDS og Skipafelagnum. Mikkjal Helmsdal hugleiddi um hesa tíðina í eini føðingardagsveitslu fyri árum síðani. Tað var hetjumóttøka hvørja ferð Carli kom oman í gjøgnum landgangin úti á Kongabrúnni. Tað fyrsta heystið var ikki hent so nógv meiri enn tað, at ullin um skallan var farin at síðkast. Men á jólum sóust longu konturarnir av einum ungum manni, sum ætlaði aðra leið enn hana, sum onnur høvdu ryðja. Hann var nú balstýrnari enn væntað. Hárið lá niður á akslarnar og habitturin var skiftur út við ein meiri nonchalantan stíl. Kortini sat hann við endan á borðinum heima við hús, tá fyrsta máltíðin skuldi skaffast. Stjórin in spe. Glæman úr ljósakrúnunum stóð frá upprankaða kongaliga porseleninum og silvurbestikkinum, og tá mamman hugfarslig spurdi hvussu honum dámdi, kom svarið prompte: ”Mamma, hesar tallerkarnar, og skeiðirnar við, hava vit stolið frá arbeiðaraklassanum.” Tá hon seinri dittaði sær at spyrja, um hann gekk í kirkju og á møti í Sorø, var hann uppaftur meiri kontantur: ”Mamma, Guð er deyður.” Hetta var fráboðanin um, at hann spakuliga flutti seg frá einum ítøkiligum bíðandi stjórastarvi til heimspekina, yrkingina og skaldskapin. Hann var farin undir at lesa Marx og Nietzsche.
Í Hoydalstíðini frekventeraðu vit dagliga Konditaríið hjá Frants, - á Káta Horninum. Eitt sjáldsamt og kveikjandi huglag aftur við napoléonskøkunum og fryntligu servitricunum. Í sjómansskúlatíðini vóru vit ikki so tíðum har, men tað kom meiri enn so fyri, og umframt bestuborgararnar við borðið í útsynningshorninum, sást alt meiri til ein ungan mann undir hatti við breiðum skugga. Hetta var ikki vanlig sjón – maður undir Stetson hatti. Fyri hetta høvdu bara menn sum Hans Andrias Djurhuus og Hvannasundsbrøðurnir hættað sær at gingið í slíkum stási. Onkur segði, at fýrurin var blaðmaður á 14. September, og at hann hevði ætlanir um at fara í kensluørindum til Íslands. Hetta var tíðin, táið redaktiónin á Bryggjubakka fekst við Wurmbrand og onnur stórmál, orðið var frítt, og tað kundi fáa øði í onkran, sum helt seg vera nærri skyldan við Várharra enn onkur annar. Fjúrtandi og Tjóðveldisflokkurin vórðu ákærdir fyri at vera guðleysir, og aðrir flokkar og bløð hildu seg kunna ognartaka Skaparan og verk hansara. Maðurin undir breiða skugganum var á ferð, og stevndi við beinari kós ímóti øllum øðrum enn tí, sum ætlað varð. Ella sum onnur høvdu ætlað honum. Ein ávísur kontroversialitetur hómast, og eitt skald og skrivandi maður búnast í hesum árum, táið hann nemur sær málsliga frøði og føði í Íslandi og á Fróðskaparsetrinum. Ivaleyst er valið tilvitað. Í mun til samtíðarmenninar – ímillum frægu skald tjóðarinnar – Jóanes Nielsen og Tórodd Poulsen – sum komu av skipsdekkum og úr grótbrotum – var leiðin meiri akademisk. Hetta gav honum ein málsligan førleika, ið er so unikkur, at hann í grundini tilevnaði sítt egna mál. Í so máta er hann líkur skálvíkinginum Kristiani Osvald Viderø, ið smíðaði sær eitt mál, sum hann treivst í, og eg havi varðhugan av, at tað sama er galdandi fyri Carl Jóhan, hóast mál teirra als ikki líkjast. Teir ynsktu bara at húsast í sínum egna málsliga universi. Hvat lesarin hugsaði ella metti um hetta, løgdu teir líka í, teir søktu javnvágina í sær sjálvum og funnu hana.
Longu í fyrstu útgávuni sæst, at maðurin fremur nýbrot. At okkurt serligt er ávegis. Síðani kemur alt sum perlur á snóri: Yrkingar (1977), Skríggj (1982), Rúm (1995), Tímar og rek (1997), Mentir og mentaskapur (2000), Ó – Søgur um djevulskap (2005), September í bjørkum sum kanska eru bláar (2006), Eg síggi teg betur í myrkri (2014), Bókin um tað góða (2015), umframt mangt annað úr hansara hondum. Og nú kemur so bókin: Sær – ein fuglabók av gloymsku. Maðurin er eisini vandin týðari, tað sæst eitt nú í Hvítbókini hjá Einari Már Guðmundssyni, sum hann flutti av íslendskari yvir á føroyska tungu. Ein hendinga góð bók, sum øll áttu at lisið. Søgan um hvussu tey fáu og snildu taka kvørkratak um eitt heilt samfelag og leiða tað út á ørvarendan. Carli hevur fingið M. A. Jacobsen´s virðislønina tríggjar ferðir, og í fleiri syftum hevur hann verið nomineraður til Norðurlendsku heiðurslønina fyri fagrar bókmentir. Eitt danskt blað skrivaði um skaldið, tá seinasta tilnevningin var veruleiki, at hesin føroyingurin er púrasta egin í norðurlendskum høpi. Her stendur ongin roykur, av magiskari realismu í tjúkkum mjørka ella blunkandi stjørnur á himmalhválvinum, í næsarnar. Ongin luktur av lýsi. Hetta er álvari og snýr seg um menniskjansliga angist. Onkur heldur hann vera tungan at svølgja, óatkomandi, meðan onnur halda hann vera óvanliga skilagóðan, so átiligan og fróðan, at hann mest er átøkur einum littererum gourmetkongi á skaldskapsins rókum.
Høvuðsgøtan í Oslo er ikki uppkallað eftir Carl Jóhan Jensen, men kanska er Carli onkursvegna uppkallaður eftir honum, sum gøtan er uppkallað eftir. Tað var hann sum segði: ”Fólksins kærleiki er mín løn.” Hin bersøgni yrkjarin – sum eisini er náðileysur ummælari - kann fáa mangan snuddin í einum lítlum og íhaldnum samfelag sum tí føroyska, og táið Carli er farin út at rógva, millum væmingar og vaggandi gjálv, hevur tað mangan verið illfýsið. Redaktørurin á Vágaportalinum, Ólavur í Beiti, titteleraði hann einaferð sum Meiarífilosoffurin og Agnar Jógvansson var ikki blíðari, tá hann í yrkingarsavninum: Føroyatraga, ein sera støkkin og óskipað rannsókn inn í mentávald, føroyska samleikan og føroyska málið og onnur útvald smáverk leggur frá landi, er tað ikki við mýkindum:
Sonetta til Carl Jóhan
Carl Jóhan! o, akademiski
yrkjari, ið veit so sera mikið!
intellektuell tú sól ert Føroyum!
Tú, ið slóðar Føroyum nýggjan veg
við úr forneskum at hava tikið!
O, tú skil, ið vaksa manst í hvørjum!
Hvat var føroyskt uttan Carl Jóhan?
Hvat var áðrenn hann? – eitt føroyskt mál?
Valla! áðrenn hesa stóru sál
vóru føroysk skald eitt fátækt rann!
Gævi eg var mentaður sum tú,
og í skaldarás gróv ævig gróp!
Fáfongd! Men eg lata kann í skrúð
gripirnar, sum Carl, á Carl! Tú skóp!
Hetta kann vera tað sum kemur burturúr, táið man hevur tað til dagdvølju og egið undirhald, at traðka Guð og hvønn mann á tærnar. Og tað eru ikki bara menn, sum hava staðið fyri skotum. Gitin er løtan enn, táið Carli í einum ummælistíma í Útvarpinum heitti á ein kvinnuligan rithøvund um at gevast við skrivingini, meðan væl var. So lítisverdan helt hann skaldskap hennara vera. Hann undirstrikaði áheitanina við hesum endasaluttinum: Gevst! Gevst! Gevst! Hetta fekk Finnboga Ísakson í aðrari ummælissending at taka soleiðis til orðanna: ”Um støðið í føroyskum skaldskapi skal leggjast eftir tilmæli og ábendingum Carl Jóhan Jensens, so kemur bara ein bók út í Føroyum, triðja hvørt ár, í einum eintaki, sum bara ein lesari hættir sær at lesa, og tað er skaldið sjálvt. Carl Jóhan Jensen. Helst fer hann eisini at geva henni eitt hóskiligt ummæli, kann eg ætla.” Hinvegin, vit hava tørv á og brúk fyri hvøssum og viðkomandi ummælum, tað er í andróðri at vøddarnir víðkast, men onkuntíð kundi hamurin á orðingunum kanska havt verið eitt lítið sindur meiri diplomatiskt snikkaður til - og gjørt líka góðan mun kortini. Men soleiðis er lyndi í manni, eri ikki heilt óroyndur í so máta, tað eggjar tá eitt líktorn kemur undan kavi, at leggja tað undir trýst, og tað gevur onkra balstýriliga løtu, men skjótt verður tað gloymt. Og øll klintra vit ájavnt uppeftir og niðaneftir.
Í skaldskapinum vera andsagnirnar ofta brúktar sum pallur undir søguni, yrkingini, skaldsøguni. Eitt dømi er bókin The Sea Wolf hjá Jack London. Har bresta teir saman – hin eirindaleysi skiparin Ulf Larsen og hitt heimsfjara, blóðleysa og forfínaða andsmenni, kokkadrongurin Van Veyden. Teir eru á veg á kópaveiði í Íshavinum. Magnus Dam Jacobsen umrøður hetta í frálíku bókini Í Grønlandi við Kongshavn soleiðis: ”Eyguni lýsa sum mureldar, Veyden skilir einki. Skilir ikki, at Ulf Larsen er Guð og Djevul og hevur viðurkent hetta. At skipið er hansara kongadømi, jørðin øll. At hann trýr uppá viljan, tað einstaka menniskjað. At eitt menniskja fyrst og seinast bert hevur ein vin, seg sjálvan. At evnini eru at síggja tættirnar í sjálvum sær. Sjálvur at flætta sær togendar og spleisingar. Ulf Larsen er handan allan eyman og sentimentalan romantik. Hann sær verðina, sum ein bardaga, eitt ørgrynni av møguleikum. Hann veit, at gerðirnar føra aðrar við sær. Er forvitin, rannsakandi og snúðin. Veit, at her umborð situr rætturin í nevanum. At makt bert skilir makt, knýttnevi knýttneva. At slagsbróðurin betur skilir ein kjaftfisk, ringlandi tenn, knæskallumentan, enn orð. Hann veit, hvat hann vil, og hvat hann kann. Tað ræður um dygd og ikki rúgvu, men rúgvan kann brúkast. Hann kennir tann “sanna veruleikan”, skilir korn frá dumbu. Hann trýr uppá kjøtið og sálarinnar óendaliga einsemi. Sentimentalitetur og tað, at taka synd í sær sjálvum, veit hann av royndum, eru ómegdarkenslur. Dráp er, at stara at teimum. Men eisini hesar kenslur liva í honum. Tær hava loyvi at liva, eins og alt annað. Eisini tær hevur hann lært at brúka. Sinni er ein harpa. Allar tónar kennir hann, bæði heilar, hálvar og kvarttónar. Kann spæla andante, allegro, moderato, crescendo.”
Tá eg hugsi um Carli, kemur mær tað fyri, at hann er so undarliga samanskrúvaður, at bæði Ulf Larsen og Van Veyden búgva í honum. Har eru bleytari og harðari streingir á hørpu hansara, ið verða spældir alt eftir hvussu humørið nú einaferð er. Onkuntíð koma streingirnir í trol, fløkjast, men hann vinnur altíð upp á slætt aftur. Kemur blásandi úr sævarmálanum, sum á ólavsvøku ár um ár, á stóra steininum á Doktaragrund, har Unga Tjóðveldið huserar um ta tíðina, við skjaldrum, sum oftast eru hvassar viðmerkingar til alt tað sum fyriferst í samfelagnum. Hvør fær sítt. Hevur tú ikki verið á Doktaragrund og lurtað eftir Carli og skjaldrum hansara ólavsvøkudag, hevur tú ikki hildið tjóðarhátíðina heilaga. Nakað eftir at stórverkið Ó – Søgur um djevulskap var komið á marknaðin, kom Carli á gátt úti á Húsabrúgv. Kinna Poulsen var eisini har, tað mundi vera fult í tilhaldshúsinum hjá John og Erlu. Nú fór skaldið brádliga at finnast at hesum, at mínar greinar og røður vóru alt ov drúgvar, langar, eg átti at sent honum tær til gjøgnumlestur og til styttingar. Tá helt listfrøðingurin hjá Ásmundi fyri, at so áttu vit báðir at gjørt eitt gerðarbýti. At eg fekk skaldsøgurnar hjá Carl Jóhan til gjøgnumlestur og styttingar og øvut. Tá tóktist hann sita sum lundi sligin á nevið, eitt sindur massfoss, men tað hevur bragdað síðani, og nú eru skaldsøgurnar soleiðis skikkaðar, at alt fleiri lesa og skilja tær. Soleiðis vænti eg eisini at tað er við hesi nýkomnu, sum eg má fáa mær til vega, áðrenn akað verður innaftur í Isla Negra, oynna svørtu, sum Karsten Hoydal tók til. Helst mundi hann hugsa um partapolitiska tærið og stóru yvirvágina av sambandi á okkara leiðum og samanberingin er eisini ábending um skyldskapin við poetin og Nobelvinnaran Pablo Neruda, sum búði á kiliensku oynni við sama navni.
Tann søgan er nú heldur ikki so eintýðug. Tí sum Jóanes Nielsen skrivar í fyrra greinasavninum: ”Sum leysingarbørn hjá skiftandi donskum kongum hava føroyingar í øldir tugt molarnar, sum hini hava leivt. Bæði hvat mati og embætismonnum viðvíkur. Men úti undir væðingini í hvørji sál liggur ein berserkur og slotar. Hetta kom til sjóndar í verkføllunum í fimtiárunum. Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag var hin djarvi tjóðveldismaðurin Erlendur Patursson. Men teir, sum trúligast fylgdu honum, vóru innan av tí kongatrúgva Skálafjørðinum. Menn, ið ofta verða sagdir at vera politiska afturhaldið í Føroyum, skutu tá við skørpum eftir kapitalismuni.”
Einaferð fóru vit báðir Jonhard, Mikkelsen, vestmenningur og Sprotamaður, undir at geva út eitt blað. Fregnir. Ambitiónirnar vóru øgiligar. Politiska tjóðskaparrørslan skuldi hava eina skrivaða rødd, og dygdin skuldi vera í hásæti. Í toppi. Tá ráddi um at fáa kremið undan væðingini, at spíska blýantarnar og halda heilunum á hvørvisteinunum stútt og støðugt. Hetta var í teimum árum, táið staturin skuldi skipast. Føroyski nationalstaturin. Og Carl Jóhan var beinasamur og fýrdi ikki fyri at taka tøk. Virgállur við Liða legði frá landi og Elvis Álvaland var onkuntíð so akrobatiskur á lakinum og so langt frammi við tunguni, at haldartalið tódnaði almikið av hesum. Tað legði ongin nakað í, hetta mátti bara vera hin kreativa avísin, sum skuldi standa øllum kurl. Øll rák, innan- og uttansyndis, fingu innivist, og Carli skrivaði onkra oddagreinina, sum vit annars skiftust um, alt eftir hvussu lagið, reykurin og politikkurin stóðu ta løtuna. Nógv samskifti var, og ofta tosaðu vit báðir Jonhard saman um máltráðin beint fyri evsta mark – áðrenn dead line – um hvussu nú hevði vignast. Deiligt blað hesaferð, plagdi hann taka til, - nógvur tekstur og ongar lýsingar. Hetta var ikki akkurát tað sum hin investorurin ætlaði at hoyra frá idealistinum og filantropinum úr Vestmanna, men lat gá. Går den så går den. Tá hildu vit til á ovastu hædd, har sum Radiohandilin hjá brøðrunum Persson er í kjallaranum. Carl Jóhan var altíð seinastur fyri evsta mark við greinunum, bara Sveinur Tróndarson yvirhálaði Carli, hann var altíð skeivu megin dead-line. Jonhard helt fyri, at orsøkin til hesa periodiseringina hjá Carli, var hon, at stytst møgulig tíð skuldi ganga ímillum, at hann slepti greinini úr hondunum, til hann kundi renna yvir í kioskina í Steinatúni, til tað at keypa blaðið, fyri síðani at lesa tað skrivaða hjá sær sjálvum á prenti. Líkamikið, tíðin var góð, hetta var eitt frambrot í føroyskari blaðútgávu, tað hugsi eg at tey flestu eru samd um, men fíggjarligu timburmenninir vóru nú onki at reypa av og av sonnum onki at skriva heim um.
Carl Jóhan Jensen fór ígjár um seksti ára hvarvið. Líka lívsfúsur til at gera bókmentalig brøgd sum áður. Gott var tað, at tú valdi málið, skaldskapin og blekkið - fram um mjólkina. Bevar originalerne – drop kopierne, plaga danir at taka til. Vit hava brúk fyri veruligum originalum, sum megna at hugsa egnar sjáldsamar og øðrvísi tankar. Sum megna at geva samfelagnum og tjóðini eitt víðari brigdi, fleiri litir, og spennur tú ikki bogan og fert út um mark onkuntíð, so er stagnatiónin vís. Vit smokka tá øll í mýrulendinum. Takk fyri skaldskapin, og ikki minst, takk fyri at tú ríkaði okkum málið, móðurmálið, sum er sjálvt tilverugrundarlagið og fremsta undirstøðukervið, ið gongur sum ein meginstrongur ígjøgnum okkum allar. Landsmenn tínar. Føroyingarnar. Tínar skriftir koma at standa sum ein klettur í bókmentasøguni, vakrir varðar, sum standa ímóti øllum upp- og ágangi. Og táið amerikansku óløgini, við bíligum og bulmiklum yvirskriftum, sosialum miðlavitloysi og pitza og pasta euforiin hartil hevur lagt seg, og fólk aftur fara at leita eftir substansi, dygd og dýpi, tá verður Carl Jóhan Jensen góður at taka til. Tú hevur ikki livað til fánýtis.
Ein legenda er farin um tey 60. Í eini venjingarlegu á Tahiti, beint fyri eina konsertferð til Europu, datt Rolling Stones guitaristurin, Keith Richards, niður úr einum mangatræi, og breyt bæði beinini og báðar skøvningarnar. Ein journalistur frá amerikanska tíðarritinum Rolling Stone var skjótur á staðnum, og spurdi hin særda Keith, hvussu tað kendist at vera ein livandi legenda. Hann svaraði prompte: ”That´s better than to be a dead one!” Soleiðis er tað við Carli, hann er ein livandi legenda.
Sum enn ikki hevur fingið fremsta mentanarheiðurin í sínum egna landi. Mentanarvirðisløn landsins. Av órannsakiligum orsøkum. Tað tykist sum Lukas gongur aftur: “Sanniliga sigi eg tykkum: Eingin profetur er væl kendur í sínum egna fosturlandi”.
Hjartaliga til lukku við føðingardegnum Carli, og mátti byrurin verið tær og tykkum blíður í árunum, sum liggja fyri framman.
ES: Tá rithøvundur fyllir runt má roknast við, at gjøtlað verður ímillum fiktión og veruleika. Kann vera at okkurt smávegis er íspunnið J