City má gjalda 1,85 milliardir krónur fyri Haaland

21 ára gamli Erling Haaland hevur, sambært fleiri altjóða fótbóltsáhugaðum miðlum, gjørt ein sáttmála við núverandi Premier League meistararnar, Manchester City

Mynd: EPA-EFE
Kristian Waag Dam
10. mai 2022 kl. 10:39

Sambært fleiri altjóða fótbóltsáhugaðum miðlum hevur Manchester City gjørt ein fimm ára sáttmála við Erling Haaland, sum av mongum verður metur at vera besti ungi áleyparin í fótbóltsheimunum í løtuni.

Skiftið til Manchester City kemur ikki óvart á fjepparar í fótbóltsheimin, av tí at ungi norðmaðurin í fleiri ár hevur verið settur í samband við Manchester City. Millum annað tí at pápi hansara, Alf-Inge Haaland, leikti fyri felagið í fleiri ár.

Sjálvt um avtalan millum partarnar ikki kemur óvart á, so er tað ein dýrur prísur, sum Manchester City mugu gjalda fyri Erling Haaland. Sambært bretska tíðindablaðnum, The Telegraph, skal Manchester City gjalda 213 milliónir pund fyri hann. Tá er upphæddin fyri leikaraskiftið og løn hansara íroknað. 213 milliónir pund svarar til 1,85 milliardir í okkara peningi.

Í løtuni spælir Erling Haaland við týska felagnum, Borussia Dortmund, sum hann hevur leikt við síðan 2020. Samanlagt hevur hann skorað 85 mál í 88 dystum fyri Dortmund.