Tá 75 minuttir vóru spældir á seinasta leikdegi í Premier League, var púra javnt á stigatalvuni millum Liverpool og Manchester City, 90 stig í part. Støðan var 1-1 á Anfield, har liðið hjá Klopp sá heldur slitið út, meðan menninir hjá Guardiola vóru aftan fyri 0-2 móti Steven Gerrard og hansara Aston Villa liði. Fyrrverandi Liverpool leikarin, Philippe Coutinho, hevði skorað seinna málið, og tað sá út sum, at nornurnar og lagnugudarnir høvdu skrivað eitt gandakent leikrit, har alt gekk upp í eina hægri eind hjá Merseysidefelagnum, sum longu hevur vunnið League Cup, FA Cup og hevur eina Champions League finalu móti Real Madrid komandi leygarkvøld.
Men so varð ikki.
Meðan Liverpool stríddist og strevaðist fyri at fáa tað avgerandi málið, gjørdi oljuliðið í grannabýnum eitt ódnartak og kollrendi Aston Villa við trimum málum upp á fimm euforiskar minuttir.
Liverpool fekk bæði eitt og tvey mál, men tá var ov seint, tí tá var alt í hondunum hjá Guardiola, sum fór avstað við sínum fjórða enska meistaraheiti seinastu fimm árini.
Í hinum endanum av deildini gjørdist Leeds United stóri sigursharrin við einum máli djúpt inni í eykatíðini móti dønunum í Brentford, meðan Burnley við ósigri móti hinum oljufelagnum, nýríka Newcastle United, má tungu leiðina niður í næstbestu deildina.
Tottenham Hotspurs hjá Antonio Conte tryggjaði sær eitt flott fjórðapláss og harvið atgongd til Champions League við einum trivaligum 5-0 sigri – beint framman fyri grannunum í Arsenal, ið vunnu 5-1 á Everton og endaðu á fimta plássi eftir eitt sera óstøðugt kappingár.