Christine McVie frá Fleetwood Mac farin

Christine McVie átti nakrar av kendastu sangunum hjá Fleetwood Mac. Hon andaðist eftir stutta sjúkralegu, 79 ára gomul

Steinar Patursson
1. desember 2022 kl. 13:30

Christine McVie, sum var sangari og keyboardspælari í amerikansk-bretska rokkbólkinum, Fleetwood Mac, er deyð, 79 ára gomul.

Familja hennara boðar sambært BBC frá, at McVie andaðist í sjúkrahúsinum eftir sjúkralegu.

Christine McVie, sum varð fødd Christine Perfect, gjørdist partur av Fleetwood Mac í 1970, tá hon giftist við basspælaranum í bólkinum, John McVie.

Umframt at syngja og og spæla keyboard í bólkinum, skrivaði hon eisini nógvar av sangum teirra, millum annað Little Lies og Everywhere.

Christine McVie og John McVie fóru hvør til sítt í 1976, men hildu kortini fram í Fleetwood Mac saman, og plátan Rumours frá 1977 var fekk íblástur frá hjúnarskilnaðinum hjá McVie og McVie og hinum parinum í Fleetwood Mac, Lindsey Buckingham.

Christine McVie helt fram í Fleetwood Mac til 1998, tá hon gavst, tí hon ræddist at flúgva og vildi tí ikki fara á konsertferð við bólkinum.

Eftir at hava spælt við Fleetwood Mac til eina konsert í O2 Arena í London í 2013 gjørdi Christine McVie kortini av at fara upp í aftur bólkin. Christine McVie varð síðani partur av Fleetwood Mac, til hon andaðist.