32 ára gamli portugisarin, Christiano Ronaldo, bleiv í gjárkvøldið valdur heimsins besti fótbóltsleikari av Altjóða Fótbóltssambandinum, FIFA. Eisini tilnevndir til heiðurin sum heimsins besti leikari vóru Lionel Messi úr Argentina og Neymar da Silva Santos úr Brasil.
Hetta er annað árið á rað at Christiano Ronaldo vinnur heiðurin og fimtu ferð í alt.
Ronaldo og Messi hava seinastu tíggju árini kappast móti hvør øðrum um heiðurin sum heimsins bestu, og hava teir báðir nú vunni heiðurin fimm ferðir í part.
Umframt at Christiano Ronaldo fór heim við heitinum sum heimsins besti mannligi leikari, varð hollenska Lieke Martens, vald til heimsins besta kvinnuliga leikara. Lieke Martens spælir FC Barcelona. Martens vann heitið móti øðrum stjørnuskotum, so sum amerikansku Carli Lloyd og venesuelensku Deyna Castellanos.
Lieke Martens, ið vann heitið heimsins besti kvinnuligi leikari
Franski fyrrverandi leikarin, Zinedine Zidane, vann eisini heiður sum heimsins besti venjari.