Christian prinsur fermdur

Leygardagin tann 15. mai 2021 var Christian prinsur fermdur í Fredensborg Slotskirke. Vegna korona var dagurin einans hildin saman við næstringum

Helena Kannuberg
16. mai 2021 kl. 17:40

Christian prinsur var føddur 15. oktober í 2005 og er elsti sonur Frederik krúnprins og Mary krúnprinsessu. Sostatt er hann annar í arvafylgjuni at gerast kongur eftir Margretu drotning.

Upprunaliga skuldi Christian prinsur fermast síðsta ár, men vegna koronafarsóttina var fermingin útsett til í gjár. Hetta merkir, at Christian prinsur nú er 15 ára gamal.  Til samanberingar ber til at nevna, at Frederik krúnprinsur júst hevði fylt 13 ár, tá ið hann játtaði sín dóp í 1981.  

Dagurin var nógv ávirkaður av koronastøðuni í Danmark og uttanlands. Lone Balleby er samskiftisstjóri í danska hovinum, og hon greiðir soleiðis frá:

-Vegna koronastøðuna taka eingir útlendskir gestir lut í fermingardegnum hjá Christiani prinsi.

Hetta merkir, at fleiri av tøttu familjulimunum hjá krúnprinsfamiljuni ikki høvdu møguleika at taka lut í degnum. Eitt nú Joakim prinsur, Maria prinsessa og teirra felags børn, ið búgva í Frankaríki, abbi hansara í móðurætt, ið býr í Englandi, og restin av familjuni í móðurætt, ið býr í Avstralia.

Hóast familjulimirnir í útlondum ikki vóru við á sjálvum degnum, hevði konfirmanturin teir í tonkunum:

-Tað er sjálvandi harmiligt, at øll í familjuni ikki kunnu vera við. Men soleiðis er tað. Tey eru í okkara hjørtum og tonkum, segði Christian prinsur við tíðindafólk á staðnum.

Í løtuni kunnu í mesta lagi 25 fólk savnast í Danmark, og sostatt vóru einans 25 fólk við til hátíðarhaldið hjá Christiani prinsi. Millum gestirnar vóru systkinabørnini Nikolaj prinsur og Felix prinsur, gubbin Jeppe Handwerk og vinfólk hjá Christiani prinsi.