Christian Andreassen er forseti í FSF. Hann er toftamaður, men longu í 1977 fór hann av Toftum í útbúgvingarørindum. Eftir árini undir útbúgving í Keypmannahavn flutti hann í høvuðsstaðin, har hann fyri tað mesta hevur búð síðani.
Nú hevur hann bygt á Toftum, og hann er nógv í heimstaðnum. Ivaleyst bankar hjartað fyri barndómsfelagnum, men Christian sigur, at í dag er hann óheftur.
-Eg fegnist um karmarnar, sum eru kring finaluna. Veðrið er til at spæla fínan fótbólt, og tað rokni eg við fer at síggjast aftur inni á vøllinum. Eg veit, at tað síðani næstsíðsta mikukvøld, tá ið finaluplássið varð tryggjað hevur verið steypahýrur á Toftum, og tað eru óvanliga nógv B68 viðhaldsfólk á Tórsvølli, og tað er at hoyrast og síggjast, sigur Christian Andreassen, formaður í FSF, og hann heldur fram:
-HB er kent at vera steypaliðið yvir øllum hinum, og eingin ivi er um, at HB er favorittur at vinna løgmanssteypið í dag. Men tíbetur vísir tað seg aftur og aftur, at úrslit eru óvæntað, og tí er tað so spennandi, sigur Christian Andreassen.