Ongi úrslit

Christian Eriksen skal seljast

Inter hevur sett Christian Eriksen til sølu bert eitt lítið ár eftir, at hann kom til italska felagið í januar

Sigurjón Einarsson
23. desember 2020 kl. 23:13

Danskir og italskir miðlar hava gitt tað leingi, og nú vísir tað seg, at tað er nakað um tað. Eftir einans eitt hálvt ár í Inter, er Christian Eriksen komin á sølulistan hjá italska felagnum úr Milano, Inter.

Hetta váttar stjórin í felagnum, Giuseppe Moratta, at danski miðvallarin er til sølu.

- Hann fer frá okkum í januar. Hann passar ikki inn í okkara ætlanir, og hann hevur ikki havt tað lætt her í Inter, sigur stjórin í Inter, Giuseppe Moratta, fyri Sky Sport Italia.

Christian Eriksen kom annars til Inter í januar í ár, eftir at hava spælt seks og eitt hálvt ár í Tottenham, men nú sær tað út til, at hann longu skal víðari.

- Sjáldan hevur eitt leikaraskifti virkað meira upplagt enn hetta. Hetta er, sum mann róliga kann kalla tað, eitt stutt kærleikssamband, ið bara ikki riggaði, sigur fótbóltsfrásøgumaðurin hjá DR Sport Andreas Kraul.

Mest lisið hesa vikuna

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:00

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42