Eftir 42 spældar minuttir small 29 ára gamli danski leikarin Christian Eriksen um. Hetta var undir EM-dystin millum Danmark og Finnland. Læknamanningin traðkaði til beinanvegin og gav hjartamassasju, til Eriksen varð borðin av bananum.
UEFA kunngjørdi síðani á sína almennu Twitter-síðu, at leikurin í Keypmannahavn varð útsettur orsaka av einari heilsuneyðtøðu.
Christian Eriksen bleiv fluttur til bráðmóttøkuna á Ríkishospitalinum.
UEFA hevur síðani váttað, at støðan hjá Christian Eriksen er stabil. Hann er vaknaður og undir nærri kanningar á Ríkishospitalinum. Klokkan 19:55 varð hetta kunngjørt í hátalarunum á leikvøllinum, og síðani hoyrdist fagnaðarróp frá áskoðarunum.
Leikurin er í løtuni útsettur – støðan er 0-0. Men nú er kunngjørt, at leikurin verður liðugt spældur í kvøld klokkan 19:30. Bæði liðini søgdu, at tey ynsktu at spæla dystin lidnan, eftir at tey høvdu fingið boðini um, at Christian Eriksen er vaknaður.