Christian Eriksen er á veg til Manchester United

Sambært altjóða ítróttartíðindamiðlum, so fer Christian Eriksen í næstum at skriva undir sum Manchester United leikari

(Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
4. juli 2022 kl. 15:25

Nógv bendur á, at Christian Eriksen í næstum fer at gerast Manchester United leikari. Hesum boða altjóða miðlar frá.

Kendi ítróttarjournalisturin Fabrizio Romano sigur á Facebook, at Christian Eriksen hevur sagt ja til ein trý ára sáttmála við felagið. Sambært Fabrizio Romano, so verður arbeitt við at fáa smálutirnar í endaliga sáttmálanum uppá pláss. Christian Eriksen skal eftir ætlan eisini ígjøgnum eina heilsukanning í vikuni áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.

Eisini sambært kenda ítróttartíðindamiðilinum The Athletic, hevur Christian Eriksen játtað seg til ein trý ára sáttmála við Manchester United.

Nýggi venjarin hjá Manchester-felagnum Erik ten Hag, hevur sambært Fabrizio Romano, verið við til at lokka Christian Eriksen til stórfelagið. Hóast Christian Eriksen ikki hevur leikt undir Erik ten Hag áður, so hava teir báðir verið knýttir at Ajax áður, tó í hvør sínum tíðarskeiðið. Christian Eriksen var knýttur at felagnum frá 2010 fram til 2013. Erik ten Hag kom til felagið í desembur 2017 og var venjari hjá felagnum fram til juni í ár.

Tað er ikki nógv meir enn eitt ár síðan, at Christian Eriksen small um í Parkini, tá danska landsliðið leikti ímóti Finnlandi í EM-endaspælinum. Sáttmálin, ið hann tá hevði við italienska stórfelagið Inter bleiv uppsagdur, og tey flestu mettu, at hann ongantíð fór at virkandi yrkisfótbóltsspælari aftur.

Men í januar í ár skrivaði hann undir ein seks mánaða sáttmála við Brentford, sum júst vóru fluttir upp í Premier League. Christian Eriksen stóð seg væl fyri felagið, men nú er sáttmálin við Bretnford upprunnin. Tískil hevur hann havt góðan møguleika at skriva undir sáttmála við annað feløg.

Christian Eriksen hevur leikt fyri bæði Tottenham Hotspur og Brentford F.C. í Onglandi. Samanlagt hevur Christian Eriksen leikt 226 ferðir og skorað 51 mál í Premier League.