![](/assets/articles/Christian-Andreasen---FF.jpg)
![Dimma.fo Logo](https://www.dimma.fo/assets/dimmalaetting.png)
- Eg havi tí tikið avgerð um at fara frá sum formaður fyri Fólkaflokkin. Samstundis skal eg boða frá, at eg ikki stilli upp aftur til næsta løgtingsval.
Tað sigur Christian Andreasen, sambært in.fo.
Nú fyrrverandi formaðurin í Fólkaflokkinum boðar samstundis frá, at hann fer úr politikki, og fer aftur at virka sum advokatur fulla tíð.
- Eg fari at takka øllum teimum mongu, sum hava veitt mær stuðul seinastu árini. Eg fari at ynskja flokkinum bestu eydnu í valstríðnum og eitt gott val, sigur Christian Andreasen, ið fekk 580 persónligar atkvøður til løgtingsvalið í 2019.
Til fólkatingsvalið herfyri fekk hann 450 persónligar atkvøður.