Sølan av fótbóltsliðnum Chelsea Football Club er nú avgreidd, og nýggju eigararnir er eitt samtak við amerikanska íleggjaranum, Todd Boehly, og íleggjarafelagnum Clearlake Capital á odda.
Felagið varð sett til sølu í mars mánaði, júst sum tað hoyrdist, at táverandi eigarin, russiski Roman Abramovic, fór at vera partur av bretska sanktiónspakkanum móti russiskum oligarkum í sambandi við russisku innrásina í Ukraina.
Chelsea hevur síðani verið undir einum slag av umsiting, og fíggjarviðurskiftini hjá felagnum hjá verið nakað skerd í hesum tíðarskeiðinum. Av somu orsøk varð heldur ikki greitt, júst hvussu sølan av felagnum fór at eydnast, men nú er hon so avgreidd.
Sambært BBC vóru 11 aðrir skikkaðir og møguligir keyparar, og felagið fekk fleiri enn 250 fyrispurningar um sølu.
Bretska stjórnin hevur sambært BBC eisini gjørt av, at Abramovic skal ikki fáa ágóðan av søluni, sum ístaðin verður sett á eina kontu, og hagani skal peningurin latast til offur av krígnum í Ukraina.
48 ára gamli Todd Boehly er ikki á heilt ókendum leiðum, tá tað kemur til at eiga ítróttarfeløg, tí frammanundan er hann longu partaeigari í baseball felagnum LA Dodgers, basketball felagnum Los Angeles Lakers og kvinnubasketballfelagnum Los Angeles Sparks.
Harumframt hevur hann eisini gjørt íløgur í sangrættindi til katalogið hjá Bruce Springsteen, eina betting fyritøku og matstovuketur, skrivar BBC.