Chelsea ger íløgur og heintar stórtalent til framtíðina.
Á heimasíðuni hjá liðnum hava The Blues váttað keypið av 18 ára gamla Deivid Washington, sum skiftir frá Santos.
Talan er um ein sjey-ára sáttmála við møguleikanum at leggja eitt ár afturat, ljóðar tað.
Hóast sín unga aldur hevur Deivid Washington longu leikt 16 dystir fyri besta liðið hjá Santos.
Chelsea rindar í fyrsta umfari 112 milliónir krónur fyri 18 ára gamla stjørnuskotið, meðan 37 milliónir kunnu leggjast afurat í eykavinningi.
Í summar hevur Chelsea heinta fleiri ungar leikarar til framtíðina.
Angelo Gabriell, Alex Matos, Diego Moreira, Romeo Lavia, Ishe Samuels-Smith og Lesley Ugochukwu eru allir leikarar undir 20 ár, sum felagið hevur kunngjørt. Angelo Gabriel er – eins og Deivid Washington – keyptur fráSantos.