Chelsea hevur veruliga gjørt um seg í hesum flytingarglugganum við fimm nýggjum leikarum - men London felagið ynskir at heinta enn fleiri leikarar í januar.
Síðan fyrsta januar 2023 hevur Chelsea ognað sær Mykhailo Mudryk, David Datro Fofana, Benoit Badiashile, Andrey Santos. Joao Felix er eisini heintaður til Stamford Bridge í januar, men hann er leigaður.
London felagið royndi eisini at keypa Enzo Fernandéz frá Benfica, men Chelsea megnaði ikki at finna eina semju við Benfica, so samráðingarnar slitnaðu.
Tað merkir, at Potter enn leitar eftir einum sentralum miðvallara.
Í seinastuni hava gitingar verið um at Moises Caicedo er ávegis til Stamford Bridge.
Ítróttarjournalisturin, Ben Jacobs, boðar í dag frá, at Chelsea er til reiðar at rinda heilt nógv fyri at fáa fatur á Moises Caicedo.
- Hóast Brighton hevur gjørt greitt, at onki boð er komið uppá Caicedo, so hevur mær verið fortalt, at Chelsea er til reiðar at rinda meira enn £65 milliónir (umleið 545 milliónir krónur).
- Tað kann væntast, at Brighton krevur meira enn £75 milliónir (umleið 630 milliónir krónur) fyri at selja í flytingarglugganum í januar, sigur Ben Jacobs.