ChatGBT hevði umleið 590 milliónir vitjanir í januar mánað, harav vóru umleið 100 milliónir av teimum ymiskir brúkarar. Skjóta gongdin hjá appini kann samanberast við kendu appinar Tik Tok og Instagram, ið raktu 100 milliónir brúkarar eftir ávíkavíst níggju mánaðir og tveir ár.
ChatGBT kann millum annað nýtast til at framleiða tíðindaskriv, ritgerðir, yrkingar og arbeiðsumsóknir. Alt hetta verður gjørt ígjøgnum skrivaðar fyrispurningar hjá brúkaranum.
ChatGBT er ein AI chatbottur. Hetta merkir, at chatbotturin hevur tilgørt skil.
Í dag er tænastan ókeypis og tøk fyri øll, men fyritøkan handan CatGBT OpenAI hevur hósdagin kunngjørt, at hetta allarhelst fer at broytast, so at brúkarar frameftir skulu gjalda eitt mánaðarligt gjald fyri tænastuna.