Charlie Watts farin

Kendi trummuspælarin í Rolling Stones andaðist í gjár, 80 ára gamal

Steinar Patursson
25. august 2021 kl. 08:13

Charlie Watts, trummuspælarin í The Rolling Stones, er deyður, 80 ára gamal.

Bretskir miðlar boðaðu seint í gjár frá, at Charlie Watts andaðist á einum sjúkrahúsi í London.

Boðini um deyða Watts koma í sama mánaði, sum Watts varð noyddur at avlýsa konsertferð í USA saman við Rolling Stones, tí hann skuldi koma seg eftir sjúkraviðgerð.

Tað er ikki greitt, hvørja viðgerð talan var um.

Umframt Mick Jagger, sangara í the Rolling Stones, hava eisini Ringo Starr, Elton John, Paul McCartney og Liam Gallagher sent farvæl heilsanir til Watts á Twitter.

Charlie Watts gjørdist partur av the Rolling Stones í 1963, og hann hevur verið fastur partur av manningini síðan.

Charlie Watts var kendur fyri at vera lítilátin og legði lítið í at vera stjørna.

- Eg havi ongantíð verið áhugaður í øllum hasum. Eg veit ikki, hvat showbiz er, og eg havi ongantíð hugt eftir MTV. Har eru fólk, ið bara spæla okkurt instrument, og eg eri glaður fyri at vita, at eg eri ein teirra, segði Charlie Watts við San Diego Tribune í 1991.