Í einum av teimum fyrstu videobrotum, sum fór sum ein eldur um alt alnetið, so er “Charlie Bit My Finger” blivin ein partur av internetsøguni.
Men nú er kenda videobrotið, sum hevur havt yvir 884 milliónir sýningar á YouTube, blivið selt fyri 4,6 milliónir krónur. Tað er familjan, ið eigur upptøkuna, sum nú hevur avgjørt at selja videobrotið, ið fyrstu ferð var at síggja á YouTube í 2007.
Eftir ætlan skuldi videobrotið takast av YouTube sunnudagin 23. mai, men inntil víðari ber enn til at síggja kenda videobrotið, tá Charlie bítur fremsta fingur hjá beiggja sínum, Harry.
Tað var pápi hjá Charlie og Harry, sum av fyrstan tíð legði videobrotið út á YouTube í 2007. Hetta, tí videofilmurin fylti ov nógv til at verða sent við telduposti.
Tað var annars ætlanin, at gubbin og gumman hjá kúllunum báðum í USA skuldu fáa hetta fitta videobrotið. Ístaðin gjørdist videobrotið eitt tað mest sædda videobrotið á YouTube nakrantíð, sum familjan eisini hevur notið gott av fíggjarliga.
Davies-Carr familjan sigur í eini fráboðan, at tey enn ikki hava avgjørt, hvat tey fara at brúka peningin til.