Í juni fáa bretar nýggjar pengaseðlar við Charles kongi á.
Kongurin fekk í gjár møguleikan at síggja seðlarnar á Buckingham Palace.
Gomlu seðlarnir við Elizabeth drotning verða í gildi, til teir verða slitnir ella oyðilagdir, skrivar BBC.
Drotningin bar eina krúnu á gomlu pengaseðlunum, men tað ger kongur ikki á síni andlitsmynd, sum er grundað á eina mynd, ið var tikin í 2013.
Hetta er fyrstu ferð, at Bank of England broyta monarkin á pengaseðlunum, tí drotningin var fyrsti monarkurin á seðlunum.
- Tað er tað, ið er so yvirraskandi, tí ein skuldi trúð, at tað søgan við monarkum á pengaseðlum gekk longur aftur, segði kongurin sambært BBC til framløguna av seðlinum.
Hann kallaði annars nýggju pengarnir “sera snøggar”.