Seinastu nógvu árini hava føroyingar stroymt Champions League dystir á Viaplay. Stórt ivamál hevur tó verið, um Viaplay fór at hava ráð til at keypa rættindini, til at framhaldandi kunna vísa dystir úr heimsins bestu fótbóltskapping.
Viaplay er í tungum sjógvi fíggjarliga, og hevur fingið harða kapping frá øðrum stroymingtænastum, sum eisini vildu ogna sær rættindini til at vísa Champions League.
Nú er tað tó greitt, at Viaplay hevur gjørt eina nýggja avtalu við UEFA, sum tryggjar teimum rættindini til Champions League dystir komandi trý árini. Hetta skrivar bold.dk í morgun.
Rættindini til hinar báðar evropeisku kappingarnar, Europa League og Conference League, tryggjaði Disney sær. Dystir úr hesari kappingunum verða tískil vístir á stroymingstænastuni Disney+ komandi kappingarár.