Champions League: Lukaku bjargaði Inter, meðan Leipzig stóð royndina í móti City

Bert trý mál vórðu skotin í Champions League áttandapartsfinalunum í kvøld

Ragnar Sjúrðarson
22. februar 2023 kl. 22:20

Premier League vinnararnir, Manchester City, og RB Leipzig javnaðu 1-1 í fyrru uppgerðini um eitt pláss í kvartfinaluni í Champions League í kvøld.

Gestirnir úr Onglandi løgdu seg á odda tá dysturin var hálvur tími gamal, tá Riyad Mahrez gjørdi sær dælt av einum mistaki í verjuni hjá Leipzig.

Kroatiski Leipzig miðverjin, Josko Gvardiol, rættaði upp á skaðan í seinna hálvleiki tá hann skallaði bóltin í netið miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Í Italia hevði Inter vitjan av Porto. Tað sá leingi út til, at dysturin fór at enda við málleysum javnleiki, inntil innskifti Romelu Lukaku stutt fyri dystarenda bleiv fríur í brotssparksteiginum hjá Porto og setti bóltin í málið til endaligu støðuna 1-0.

Harvið hevur Inter tey bestu kortini í hondiniu áðrenn returuppgerðini í Porto, meðan spenningurin er í hásætið undan dystinum á Ethihad Stadium millum Manchester City og Leipzig.

Returuppgerðirnar verða leiktar 14. mars