Evropeiska fótbóltssambandið, UEFA, hevur kunngjørt stórar broytingar í Champions League kappingini, sum verða galdandi longu í 2024/25 kappingarárinum.
Eftir núverandi leisti er kappingin skipað á tann hátt, at 32 lið eru deild upp í átta bólkar, við fýra liðum í hvørjum bólki. Størsta broytingin í nýggja leistinum er tann, at bólkaspælið verður avtikið.
Heldur enn at kappast í bólkum, skulu øll liðini nú kappast í einari deild, har øll liðini spæla átta dystir - fýra á heimavølli og fýra á útivølli. Talið av liðum verður eisini økt úr 32 upp í 36.
Tey 36 liðini verða styrkismett í fýra løgum, og hvørt lið spælir tveir dystir ímóti liðum úr hvørjum lagi.
Átta tey ovastu liðini í deildini koma víðari til áttandapartsfinalurnar, meðan tey liðini, sum enda á 9. - 24. plássi, skulu spæla tveir dystir, um at koma víðari.
Hinar báðar kappingarnar hjá UEFA, Europa League og Conference League, fara eisini at fylgja sama leisti.
Úr UEFA verður sagt, at málið við hesum broytingunum er, at tryggja eina jaliga framtíð fyri evropeiskan fótbólt á øllum stigum, og at eftirlíka tørvinum hjá øllum áhugapørtum.