Champions League brølari: Lutakastið skal gerast av nýggjum

Ikki allar kúlurnar vórðu endaðar í røttum potti, og tí má lutakastið gerast umaftur.

Steinar Patursson
13. desember 2021 kl. 13:19

Lutakastið til Champions League má gerast av nýggjum, eftir at UEFA gjørdi ein álvarsaman brølara fyrr í dag.

Lagt varð annars upp til tað heilt stóra, tá Ronaldo við Manchester United og Messi við PSG skuldu bresta saman í áttandapartsfinalununum, men eftir øllum at døma var United ikki í pottinum, tá mótstøðuliðið hjá Atletico Madrid skuldi finnast.

Ístaðin var Liverpool endað í tí pottinum, men Liverpool og Atletico Madrid kunnu ikki hittast, tí liðini vóru í sama bólki til bólkaspælið.

Uefa sigur í stuttum boðum, at talan var um ein tekniskan trupulleika við teldubúnaðinum, og at nýtt lutakast verður kl. 14.

Sum skilst var tað Atletico, ið trýsti eftir at fáa nýtt lutakast, eftir at tað gjørdist greitt, at ein feilur var framdur.