Cecilia Nolsøe Sørensen sett sum fyrstilærari í Sumbiar skúla
Hon byrjar í starvinum 1. august
Tíðindaskriv - Barna- og útbúgvingarmálaráðið
24. mai 2024 kl. 10:20
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Ceciliu Nolsøe Sørensen í starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla frá 1. august 2024 at rokna.
Cecilia Nolsøe Sørensen er útbúgvin lærari í 2016. Cecilia hevur starvast í Tvøroyrar skúla síðani tá, har hon fyri tað mesta hevur starvast í grunddeildini, sum húsast í Trongisvági. Cecilia er 38 ár og býr í Trongisvági. Afturat læraraútbúgvingini er Cecilia lifecoach, umframt bachelor í ”erhvervsøkonomi og psykologi”, sum er eitt gott førleika íkast í arbeiðinum sum fyrstilærari.