Cate Blanchett er Lydia Tár í eini mannfólkaverð

Altjóða kvinnudagin, mikudagin 8. mars, fer Filmsfelagið at sýna nógv rósta filmin "Tár". Tað er Cate Blanchett, sum spælir Lydia Tár, ið er ein víðagitin dirigentur og tónskald, og hartil fyrsta kvinna at stjórna Berlinarsymfonikarunum

Tíðindaskriv frá Filmsfelagnum
6. mars 2023 kl. 20:11

Altjóða kvinnudagin fylgja vit Cate Blanchett, sum spælir Lydia Tár, ið er víðagitin dirigentur og tónskald, og hartil fyrsta kvinna, at stjórna Berlinarsymfonikarunum. Á slóðbrótandi hátt førir hon orkestrið og seg sjálva fram í eini klassiskari mannfólkaverð, ið ikki hevur sæð tílíka kvinnu áður.

Lydia er á toppinum, og sum dirigentur hálar hon eisini í traðrirnar og fleiri vilja verða við, at hon manipulerar.

Millum arbeiði og familju hevur hon í hyggju at geva út egnar endurminningar í bók, og ætlar at gera eina konsertupptøku við Fimtu Symfoni hjá Gustav Mahler. Hvussu fær Lydia Tár allar hesar ætlanir at ganga upp uttan at møta mótstøðu?

Cate Blanchett brilljerar í leiklutinum sum klassiskur dirigentur, og fekk fyri avrikið fyrstu virðisløn á filmstevnuni í Venezia í fjør, Golden Globe og BAFTA virðislønina sum besti kvinnuligi leikari. ”Tár” er í seks førum í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina 12. mars.

Oscarvirðislønta Hildur Guðnadóttir, sum vit kenna frá ”Joker”, hevur gjørt tónleikin. Higartil hevur stórbæri filmurin vunnið 65 virðislønir og verið tilnevndur 237 ferðir.

Leikstjóri er amerikanski Todd Field. Umframt Cate Blanchett síggja vit Mark Strong, Noémi Merlant, Nina Hoss og Sophie Kauer.

Filmsfelagið 8/3 kl 20:00 Tár (Todd Field USA 2022 158 min)