Manchester United hevur í fleiri ár havt trupulleikar á sentrala miðvøllinum. Trupulleikin er endiliga loystur til hetta kappingarárið og loysnin eitur Casemiro.
Í gjár royndi Casemiro at gera sítt fyri at varðveita leiðsuna í móti Crystal Palace. Í 80`inda minutti kókaði yvir og Casemiro fekk eitt klokkukárt gult kort.
Gula kortið hevur við sær, at Casemiro hevur leikbann í dystinum í móti fremsta liðnum í deildini, Arsenal.
David De Gea harmaðist um støðuna eftir dystin.
- Ein av okkara bestu spælarum er ikki tøkur hjá okkum. Tað er ein stórur missur fyri okku, segði De Gea.
Manchester United spælur í móti Arsenal á Emirates Stadium sunnudagin klokkan 16:30.