Carragher um ynski hjá klopp um umdyst: - Tað fer ikki at henda

Jamie Carragher sigur seg ikki vera samdan við Jürgen Klopp, um at dysturin millum Tottenham og Liverpool átti at verið leiktur umaftur

Ragnar Sjúrðarson
6. oktober 2023 kl. 19:00

Tað er skjótt ein vika síðan útidystin hjá Liverpool móti Tottenham, sum endaði við einum 2-1 sigri til London felagið. Men umrøðan um sjálvan dystin hevur verið lítil dagarnar síðan. Prátið hevur í staðin snúð seg um málið hjá Luis Diaz, sum ikki taldi við eftir tí størstu VAR-gøluna higartil síðan sjónbandadøming kom til Premier League í kappingarárinum 2019/20.

Meira brenni bleiv sett á kjakið eftir at Jürgen Klopp á tíðindafundi mikudagin segði, at dysturin átti at verði spældur umaftur.

Fyrrverandi Liverpool-miðverjin og viðmerkjarin á Sky Sport hevur sagt sína meining í málinum á The Telegraph:

-       Eg eri ikki samdur við Jürgen Klopp um at dysturin átti at verði leiktur umaftur, og eg dugi ikki at ímynda mær, at Premier League kann ganga við til tað. Tað at kempa fyri einum umdysti er ein langtíðar, møguliga kostnaðarmikil, órógvandi og spjaðandi tilgongd, og hóast misnøgdin á Anfield sjálvandi stingur djúpt, mugu teir taka tapið, skrivar hann.

-       Eg eri ikki samdur við Klopp, men hann hevur fullan rætt at seta spurningin um umdyst. Hann verjir leikarar og felag sítt og byggir ein kringsetaramentalitet, sum bara fer at hjálpa hansara nýggju manning, sum herjar fram fyri tíðina. Avgerðin um at siga tingini, hann segði mikudagin má hava verið taktisk, skrivar Carragher.

HER ber til at hoyra tá skeiva avgerðin av VAR-panelinum varð tikin.