Carragher leggur eftir Liverpool stjørnu: - Eg kundi tikið hansara pláss

45 ára gamli fyrrverandi Liverpool miðverjin sigur, at hann hevði spælt betri enn ein av lyklaleikarunum hjá Liverpool

Ragnar Sjúrðarson
22. februar 2023 kl. 12:57

Tað er ikki langtsíðan, at Virgil van Dijk var ein av heimsins bestu fótbóltsspælarum. Hetta árið er støðið hjá hollendaranum lækkað nógv, og dysturin í móti Real Madrid í gjár var onki undantak.

Eftir dystin var Jamie Carragher úti við rívuni eftir Liverpool stjørnuni.

- Fyri tveimum mánaðum síðani segði Virgil Van Dijk, at eg ikki kundi komið á liðið í hasi verjuketuni. Júst nú haldi eg, at eg kundi tikið hansara pláss, segði Carragher við CBS Sports eftir dystin.

Liverpool hevði eina 2-0 leiðslu tá dysturin bert var 14 minuttir gamal, men sponsku meistarnir vendu dystin á høvdið og vunnu trygt 2-5.

Seinni dysturin verður leiktur á Bernabeu tann 15. mars.